Politikkur

Lagaligari MVG-afturbering til grønar hitaloysnir

Landsstýrið ætlar at gera tað møguligt at fáa fult endurgjald fyri MVG av grønum hitaloysnum í 2024.

2023-11-01 17:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, fer í næstum at leggja uppskot fyri Løgtingið um broyting í meirvirðisgjaldslógini soleiðis, at afturberingin av MVG fyri grønar hitaloysnir verður lagaligari.

Ætlanin er, at lata fulla afturbering av MVG fyri grønar hitaloysnir í 2024. Minkingin í afturberingini byrjar ikki fyrr enn í 2025, og hon verður meira stigvís og lagalig enn tað, sum galdandi lóg ásetur. Nýggja uppskotið fer ætlandi at leggja upp til, at í 2025 verður MVG frítøkan 75%, í 2026 50%, og í 2027 er hon 25%. Frá 2028 verður ongin frítøka.

Sum nú er, ásetur § 3 d í meirvirðisgjaldslógini, at MVG-afturberingin fyri grønar hitaloysnir lækkar  niður í 50% 1. januar 2024. Hetta verður eisini galdandi fyri 2025. Í 2026 og fylgjandi ár verður meirvirðisgjald ikki endurgoldið.

Høvuðsbroytingarnar í nýggja uppskotinum verða sostatt, at skipanin við afturbering av MVG fyri grønar hitaloysnir heldur fram næsta ár, og at afturberingartíðarskeiðið verður longt til og við 2027.

Uppskotið fer væntandi í almenna hoyring í næstu viku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder