Tað kom fram í Løgtinginum fyrradagin, tá Ingilín D. Strøm, tingkvinna, spurdi løgmann um skattalættan, sum fær fullan virknað um ársskiftið.
Fyri jól í fjør samtykti samgongan ein munandi skattalætta fyri at gera gerandisdagin lættari hjá fólki og húsarhaldum við lág- og miðalløntum.
Skattalættin verður veittur í tveimum. Fyrsta stig kom 1. januar í ár, og annað stig kemur í gildi um ársskiftið.
Ingilín spurdi hvussu skattalættin ávirkaði tøku inntøkuna hjá ymiskum starvsfólkabólkum, eitt nú fólk við arbeiðsmannaløn, einum heilsurøktara, sjúkrarøktarfrøðingi, námsfrøðingi og fólkaskúlalærara.
Millum 7.000 og 13.000 krónur í skattalætta
Aksel V. Johannesen svaraði, at verkafólk, sum arbeiða fulla tíð, skulu rinda um 7.000 kr. minni í skatti komandi ár samanborið við í 2023.
Ein heilsurøktari við drúgvum royndum skal vænta at sleppa um 10.000 kr. lættari í skatti í 2025 samanborið við 2023.
Eisini svaraði Aksel, at royndir sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar, sum arbeiða fulla tíð, fara at gjalda upp ímóti 13.000 kr. minni skatti komandi ár, nú skattalættin fær fullan virknað.
Fyri húski við tveimum persónum við lág- ella miðalinntøkum, ger skattalættin stóran mun. Sum fyrra dømi nevndi løgmaður, at eitt húski við einum heilsurøktara og einum verkafólki kemur at rinda áleið 17.000 kr. minni í skatti í 2025 sammett við 2023, arbeiða tey fulla tíð.
Fyri eitt húski, har annar er fólkaskúlalærari og hin er handverkari, merkir skattalættin, at húskið skal rinda upp ímóti 25.000 kr. minni í skatti næsta ár sammett við 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald