Eitt skal hann eiga, greininskrivarin hjá javnaðarflokkurin, hann dugir at balancera á markinum millum tað veruliga og dreymakenda. Hann hevur funnið 12 tingmál fram, kallar hesi ”góð javnaðarmál” og veit enntá at siga, at hesi ”góðu javnaðarmál” hava ligið í ”politiskari naggatódn í áratíggjur”, men nú eru tey samtykt.
Vit vænta tað verður ov troyttandi fyri lesaran, um vit í somu grein viðgerða øll 12 málini, men reypið um nøkur teirra hevur uppiborið viðmerking frá Miðflokkinum.
Lønarlyft
Meðan tey lønarliga allarveikastu eru byrjaði teirra triðju verkfalsviku við vón um eitt virðiligt og væl uppiborið lønarlyft, reypar flokkurin av tí lønarlyfti, sum samgongan tíverri bert unti nøkrum fáum. Kanska eitt greitt signal um, hvønn veg ”javnaðarhugsjónin” er snarað. Ikki eitt orð um ella til hesi verkafólk, sum av berari armóð og afturútsigling munnu leingast eftir, um ikki øðrum, so einari samhugaheilsan úr Tinganesi.
Men heilsanin til teirra liggur kanska fjald í orðingini í reypanarpunkti 6. har flokkurin nevnir ”skattalættan til lág- og miðalløntu”. Miðalløntu eru jú tey, sum flokkurin útnevndi at verða slík, sum árliga forvinna 6.- 700.000? Tvs. flokkurin reypar enn í dag um ein skattalætta, sum teir góvu teimum vælbjargaðu, meðan tey, sum í dag vóna eitt lønarlyft, heldur ikki tá vórðu leskaði stórvegis.
Men lut í rokningunum, tað fingu tey.
Tøkugjald
Í reyppunkti 9. himprast flokkurin ikki við at reypa um ”breiðu semjuna um tøkugjøldini, sum ”tryggja” Føroya fólki ein rímiligan og munandi part av tilfeingisrentuni í alivinnuni”. So framligt skriva tey, uttan at nevna, at ”tryggingin”, sum 140 starvsfólk í alivinnuni fingu í jólagávu frá samgongu teirra, var ein náðileys uppsøgn.
Bústaðir
Sum ein onnur opinbering byrja reypanarpunktini við Bústøðum. Bústaðir, sum, hóast unga aldur sín, er so illa farin, at í løtuni er neyðugt at akutviðgera hann í Landsstýrismannanevndini. Har stendur at lesa: ”vit fáa fleiri og bíligari bústaðir kring landið”.
Onki er at ivast í at mong, aftaná at hava lisið hetta, standa at bresta av berum spenningi, ikki bert um ”Bústaðir” yvirliva, men hvørji hesi ”vit”, sum ”fáa bíligari bústaðir kring landið” munnu vera. Veruleikin er jú ein annar, tí dag og dagliga rópa leigarar hjá Bústøðum neyðarróp, tí búðstaðirnir eru alt annað enn bíligir.
Tað, sum skuldi vera ein sólskinssøga, gjørdist ein marra, men tað gloymir flokkurin alt um.
Bíðilistar
Pkt. 12. viðvíkir bíðilistunum, har lesa vit, at: ”serstøk upphædd er sett av til at fáa bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum niður”. Hetta skriva tey, uttan at nevna ein einasta bíðilista, sum er vorðin styttri!
At ”seta pening av til” er ongin trygd fyri at nakar bíðilisti verður styttri, tað vita øll! Men um so er, so vænta vit, at ikki bert Miðflokkurin, men alt Føroya fólk, fær at vita, hvørjir hesir styttu bíðilistar, sum reypað verður um, eru.
Príseftirlit
Men, vit fáa ”eitt nýtt príseftirlit, sum skal hava vakið eygað við stóra prísvøkstrinum”, heldur reyparin fram í pkt. 10.
Her samgleðast vit í Miðflokkinum, tí hetta er beinleiðis úrslit av einum uppskoti frá Miðflokkinum. Einum uppskoti, sum, halt tær fast, landsstýrismaður tjóðveldisins í Vinnumálum takkaði Miðflokkinum fyri. Hann tók tað til sín, og uppskotið varð samtykt av so gott sum øllum løgtingsfólkum.
Floksstødd
Hinvegin kunnu vit ikki takka fyri reyppunkt nr. 4., sum snøgt sagt ljóðar: ”Næmingatalið í flokkunum minkar, so meira tíð verður til einstaka næmingin”.
Gævi so varð, men greiða og einfalda uppskotið frá nevndini av serkønum skúla- og foreldraumboðum, um eitt lægri næmingatal ella tvílæraraskipan um næmingatalið fer upp um 20, varð vrakað til fyrimunar fyri eitt mark uppá 24 næmingar.
Vegna Miðflokkin
Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður
Jenis av Rana, Løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald