Aftur í ár fer felagið Kyn út á miðnámsskúlarnar at hava seksualundirvísing í sambandi við Viku Sex.
Hetta er fjórða árið á rað, at føroyskir miðnámsskúlanæmingar fáa undirvísing í evnum sum kroppur, kenslur, kynssjúkur, fyribyrging, mørk, rættindi o.ø.
Undirvíst verður í Suðuroy, Vestmanna, Klaksvík, Tórshavn og á Kambsdali, og um 500 næmingar fáa undirvísing frá Kyn.
Í ár hevur Kyn valt at leggja størri dent á kynssjúkur, og hvussu tær kunnu fyribyrgjast.
Kynsjúkur eru mest millum ung, tølini fyri tilburðir av kynssjúkum eru høg, og avleiðingarnar kunnu vera álvarsamar. Men tað er lætt at fyribyrgja, um upplýsingin er nøktandi.
Fram móti Viku Sex hevur Kyn lagt høvuðsdent á fyribyrging og kynssjúkur við m.a. at gera eina almenna spurnarkanning um evnið og við ymiskum kunnandi tilfari á Instagram, TikTok og Facebook.
Skipað verður fyri einum almennum tiltakið hóskvøldið 9.feb. kl.19.00 í Perluni.
Evnið er fyribyrging og kynssjúkur.
Á skránni verður fyrilestur, úrslit av spurnarkanningini, sofaprát, søla av Kyn-taskum o.a.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Kaffi og køka verður at fáa.
Vinarliga
Nevndin í Kyn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald