Lýsing

Kvøldskúlin í Vága kommunu

Kvøldskúlin í Vága kommunu er ein týðandi partur av okkara lokalsamfelagi.

2025-10-01 16:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Góðu borgarar

Kvøldskúlin í Vága kommunu er ein týðandi partur av okkara lokalsamfelagi. Hann gevur øllum møguleikan at læra, royna og menna seg – uttan mun til aldur ella royndir. Kvøldskúlin byggir á hugtakið um lívlonga læring: at vit øll kunnu læra og mennast alt lívið, bæði fakliga, skapandi og menniskjaliga.

Í faldaranum finnur tú eitt fjølbroytt skeiðsval. Nøkur skeið geva tær høvi at arbeiða við hondunum og skapa nakað, tú kanst taka heim við tær – til dømis leirarbeiði, hondarbeiði og málningalist. Onnur geva tær innlit í føroyska mentanararvin, so sum ættargransking og siðbundin hondverk. Eisini bjóða vit skeið, sum styrkja kropp og sinn, eitt nú raddarvenjing, fimleik, kórsang og tónleik.

Kvøldskúlin er ikki bara eitt stað at læra, men eisini eitt stað at møta øðrum, deila áhugamál og byggja felagsskap. Tað er mín vón, at skeiðini kunnu geva tær bæði íblástur, nýggja vitan og góðar løtur saman við øðrum.

Eg geri vart við, at fleiri skeið verða boðin út seinni í ár og í vár. Tey skeiðini verða lýst á heimasíðuni hjá Vága kommunu, so eg mæli tær til at fylgja við har.

Tað er umráðandi at nevna, at øll skeiðini eru treytað av nøktandi luttøku og játtan frá Undirvísingarstýrinum. Tilmeldingin letur upp 1. oktobur kl. 12.00, og fólk kunnu melda seg til skeiðir, fram til skeiðini byrja.

Við kvøldskúlakvøðu

Beinir Bergsson,

kvøldskúlaleiðari

Sí meira her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder