Mentan

Kvinnureinsan í Listastovuni

Í sambandi við altjóða kvinnudagin verður tiltak um kvinnureinsan í Listastovuni fríggjakvøldið 7. mars kl. 20.

2025-03-04 06:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tiltakið tekur støði í Hondkonusteininum í Miðvági, sum frá gamlari tíð hevur verið nýttur í sambandi við at kvinnur skuldu reinsast, tá tær komu aftur í kirkju eftir føðing. Søgnin sigur at reinsanin snúði seg um at kvinnurnar skuldi leggja hondina á steinin, og verða signaðar av presti.

Siðvenjan hevur sín uppruna í gamla testamenti, og teirri tíðini tá hildið varð at kvinnur, ið høvdu menstruatión, og kvinnur ið høvdu átt børn, vóru óreinar. Hesin siður hevur eisini verið í øðrum mentanum kring heimin, og verður lýstur soleiðis í bíbliuni.

„Tá ið kona verður við barn og føðir sveinbarn, skal hon vera órein í sjey dagar; sama dagatal sum hon er órein av mánasjúku síni skal hon vera órein. Á áttanda degi skal sveinurin vera umskorin á yvirhúð síni; síðan skal hon sita heima í tríati og tríggiar dagar, meðan blóðreinsan hennara varir: hon má ikki nerta við nakað heilagt og ikki koma i halgidómin, til reinsanardagar hennara eru at enda"

Á tiltakinum greiðir Marjun í Kálvalíð frá um Hondkonusteinin, sum stendur uttanfyri gamla kirkjugarðin í Miðvági. Eisini verður panel um kvinnureinsan fyrr og nú við Bryndis í Dali, Dianu Reynsting og Ingu Poulsen Dam í Listastovuni. At enda verður konsert við Anniku Hoydal. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder