Mentan

Kunning um heimapartarnar

-

2026-05-05 07:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sørvágs kommuna: 

Hesir verða klárir at heinta í morgin - týsdagin 5. mai - á bingjuplássinum í grótbrotinum, ímillum kl. 10:00 og 12:00.

Grindin taldi 125 hval, og eru 809 skinn merkt.

Vága kommuna:

Týsmorgun 5. mai kl. 10.00, verður skorið upp til heimapartar inni á keiini í Miðvági. Vága kommuna heitir á borgarar um at møta upp og taka lut í arbeiðinum við at skera og heinta sín heimapart, sum er 1/2 skinn í part.
Grindin, sum legði beinini í Sandavági í dag, taldi 125 hval, og eru tilsamans 809 skinn merkt, av tí verður 140 skinn latið til heimapartar.
Kommunan heitir á øll, sum ætla sær eftir heimaparti, um at møta stundisliga og taka lut í felags arbeiðinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder