Lýsing

Kunngerð um broyting í almennu byggisamtyktini fyri Vága kommunu

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 24. februar 2026 samtykti at gera broyting í almennu byggisamtyktini fyri Vága kommunu.

2026-03-06 07:34 Author image
Vága býráð
placeholder

Talan er um at gera neyvari ásetingar fyri hvat slag av bygningi kann byggjast á øki K2: innangarðs.

Tilfar, sum lýsir broytingaruppskotið, sært tú her:


Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í byggisamtyktini liggur frammi til alment eftirlit á heimasíðuni hjá Vága kommunu (vaga.fo) og á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá fríggjadegnum 06. mars 2026 til fríggjadagin 17. apríl 2026, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17. apríl 2026.

Vága býráð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder