2023-11-13 11:49
Ja, kunngerð um hetta er ávegis. Skal sambært lógini til hoyringar í Fiskivinnuráðnum. Kunngerðin verður væntandi lýst týsdagin ella ónsdagin, sigur Dennis Holm.
Spurningurin frá JN.fo:
Fiskiskapurin eftir sild hevur tikið dik á seg, og tað sæst eisini aftur á Tvøroyri og Fuglafirði. Tað er tó ikki bara gott at fiskiskapurin er so góður, tí bíðitíðin at sleppa framat at landa er í løtuni 4 døgn, og má tí stórur partur av sildini til Havsbrún. Ætlar landsstýrið at opna upp fyri at sildin kann landast uttanfyri landoddarnar?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald