
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 28.05.2025 samtykt at byggisamtyktin fyri økið eystanfyri verandi flogvøll, sum víst á korti, lutvíst matr. nr. 427a, lutvíst matr. nr. 423c og lutvíst matr. nr. 422b, verður broytt frá K landbúnaðarøki til L floghavnarøki við tí endamáli at tryggja skynsama framtíðarmenning og býarskipan.
Broytingin saman við korti og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment eftirlit í tíðarskeiðnum frá 30.05.2025 til 20.06.2025, báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 11.07.2025.
Sørvágs kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald