
Kristrún Frostadóttir heldur gestarøðu á landsstevnu hjá Javnaðarflokkinum
Javnaðarflokkurin fær forkunnuga vitjan á landsstevnuni 10. mai, tá íslendski stjórnarleiðarin, Kristrún Frostadóttir, kemur til Føroya at halda gestarøðu.
Landsstevnan verður hildin í nýggju stórhøllini við Tjarnir.
36 ára gamla Kristrún er forkvinna í íslendska javnaðarflokkinum Samfylkingin, sum á valinum í desember gjørdist størsti flokkur í Íslandi. Flokkurin vann valið við einum greiðum boðskapi um at betra livikorini hjá vanligum fólki og loysa bústaðarkreppuna, sum ávirkar nógvar íslendingar.
Eftir valið skipaði Samfylkingin stjórn við Viðreisn og Flokki fólksins við Kristrún á odda. Tá gjørdist hon samstundis yngsti stjórnaleiðari í Íslandi nakrantíð.
Kristrún Frostadóttir er útbúgvin búskaparfrøðingur og hevur starvast sum bæði ráðgevi, fjølmiðlafólk og granskari, áðrenn hon fór upp í politikk. Hon varð fyrstu ferð vald í Altingið í 2021 og longu árið eftir gjørdist Kristrún forkvinna í Samfylkingini.
Landsstevna Javnaðarfloksins verður hildin leygardagin 10. mai við Tjarnir í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald