2025-06-01 17:00

Krígssavnið uppi á Hálsi í Sørvági skal útbyggjast, og hesa uppgávuna hevur J&K Petersen fingið.
Bygningurin var upprunaliga ein herleiðsludepil hjá Royal Air Force undir seinna veraldarbardaga og varð hann kallaður SOR-støðin (Sector Operation Room). SOR-støðin varð brúkt til at halda eyga við fíggindaligum virksemi á sjógvi og í luftini, men síðan 2017 hevur bygningurin hýst Krígssavninum.
Nú fær krígssavnið enn størri og betri karmar. Byggjast skulu tvær nýggjar barakkir á 160 fermetrar hvør afturat SOR-bygninginum. Barakkirnar hava sama snið, sum uppruna barakkirnar, ið bretar bygdu undir seinna heimsbardaga, høvdu.
Krígssavnið fer tí at líkjast upprunaligu SOR-støðini, tá arbeiðið er liðugt.
Umframt krígssavn fara fundarhøli og kafé eisini at vera í bygninginum. Útbyggingin gevur eisini møguleikar fyri at hýsa størri krígslutum, sum ikki eru pláss fyri undir verandi umstøðum.
Arbeiðið at útbyggja Krígssavnið tekur eitt gott ár. Byrjarð verður eftir summarsteðgin, og letur Krígssavnið upp í nýggjum hami á heysti komandi ár.
Vit í J&K Petersen eru sera fegin um at hava fingið hesa spennandi og mentanarliga týðandi uppgávuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald