Vinna

Kost-nyttu greiningar av stórum verkætlanum

Føroyingar eiga at fáa sum mest fyri hvørja íløgukrónu, og tí er neyðugt at raðfesta rætt í millum almennu íløgurnar. Sum amboð til at raðfesta íløgurnar eiga kost-nyttu greiningar at verða gjørdar.

2025-03-21 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Landsbanki Føroya:

Fyri at tryggja eina burðadygga samfelagsmenning má javnvág vera millum nútíð og framtíð, har íløgur gagna komandi ættarliðum uttan at skapa eina ovurstóra fíggjarliga byrðu. Tí er neyðugt at raðfesta rætt millum samfelagsligar tænastur, so sum búpláss á ellisheimum, undirstøðukervið, útbúgvingarskipan, KT-verkætlanir og annað. Er endamálið við íløgunum at betra um fíggjarpolitiska haldførið, noyðast tær íløgurnar, sum fara at lætta um almennu rakstrarbyrðuna í longdini, at hava hægstu raðfesting.

Føroyar eiga at fáa sum mest fyri hvørja krónu og tí mælir Búskaparráðið til at kost-nyttu greiningar eiga at vera gjørdar av øllum stórum íløgum í undirstøðukervi, sum eru í umbúna. Tað tryggjar, at skattaborgarin veit, um hesar íløgur geva samfelgsnyttu ella ei, og um onnur alternativ farleið ella slag av undirstøðukervi hevði givið størri samfelagsliga nyttu.

Ein kost-nyttu greining er ein háttur at meta um virðið av einari verkætlan við at samanbera kostnaðin og tað nyttu, sum verkætlanin gevur samanborið við verandi loysn. Í eini kost-nyttu greining verða allir kostnaðir og øll nyttuvirðir gjørd upp í pengar, so tað er møguligt at samanbera tey. Hetta kann til dømis vera kostnaðurin av at bora ein tunnil. Tað eina er, hvat tað kostar at bora sjálvan tunnilin, men hitt er at virðismeta nyttuna av eitt nú minni ferðslutíð, ávirkanina á umhvørvið, og produktivitet.

Kost-nyttu greiningar verða ofta brúktar í sambandi við stórar íløgur og infrakervisætlanir fyri at tryggja, at tær eru fíggjarliga skilagóðar og samfelagsliga gagnligar.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder