
Kortnýtslan hjá føroysku húsarhaldunum var eitt vet hægri í 2024 samanborið við 2023, sí myndina niðanfyri. Gongdin mánað fyri mánað í 2024 var meinlík gongdini í 2022 og 2023, tó undantikið juni mánað, har kortnýtslan var sera lág vegna manglandi vørur í føroysku handlunum, ið stóðst av verkfallinum.
Ein alsamt størri partur av kortnýtsluni verður nýttur uttanlands. Í 2019 vórðu góð 20% av kortnýtsluni nýtt uttanlands, í 2020 fall hetta vegna Covid-19, men síðani er kortnýtslan uttanlands vaksin á hvørjum árið, og í 2024 vóru 30% av samlaðu kortnýtsluni nýtt uttanlands. Havast skal í huga, at kortnýtslan uttanlands ikki bert fevnir um nýtslu í sambandi við ferðing uttanlands, men eisini millum annað um hald til stroymingtænastur, spøl á netinum og vørukeyp á útlendskum heimasíðum.
Mynd 1 Kortnýtslan hjá Føroyingum
Viðm.: Hagtølini eru defl. við brúkarapríst. Talan er um kortnýtsluna hjá kundum hjá Betri Banka og Føroya Banka, sum fevnir um umleið 86% av kundaskaranum. Kelda: Føroya Banki og Betri Banki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald