Mentan

Konsert við The Sound of Samuelsons 

.

2024-08-26 11:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Tað var ein kollvelting fyri kristna tónleikin í Føroyum, tá ið brøðurnir Samuelsons í 1975 á fyrsta sinni vitjaðu her. Tað var ikki hent fyrr, at ein kristin útlendskur tónleikabólkur hevði konsertir í Føroyum, ja, tað hevði nokk ongantíð fyrr verið ein kristin konsert í Føroyum.


Samuelsonsbrøðurnir og teirra tónleikarar fyltu ítróttarhøllina á Hálsi á tremur, og tóku øll av bóli við sínum frísku vælklingadi tónum. Sera lívligir persónar á pallinum, og rivu teir áhoyrarnar við. Eftir tað vitjaðu teir fleiri ferðir í Føroyum.


Nú 49 ár seinni koma The Sound of Samuelsons á vitjan í Føroyum. Hesin bólkur er mannaður við m.a. fyrrverandi tónleikarum hjá Samuelsons. Ein av teimum, trummuspælarin Joakim Sundler, var við í 1975.
The Sound of Samuelsons hava endurskapt teir vælkendu Samuelsonstónarnar og sangirnar, og er tað sum at hoyra Samuelsons, sum teir vóru.

8 mans mynda bólkin, sum kemur til Føroya at hava konsert í Kelduni, Skálafirði, fríggjakvøldið 4. oktobur.


Tað eru uttan iva mong sum minnast Samuelsons og tí eru áhugað í at hoyra hesar tónleikarar.
Bólkurin hevur haft fleiri væl vitjaðar konsertir í Noregi, Svøríki og Finlandi. 


Tað er Eyðun Jacobsen, sum hevur fingið hesa vitjanina í lag.


Atgongumerki kunnu bíleggjast á: keldan.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder