Fyri at gerast kommunulækni krevst serútbúgving, eisini nevnt høvuðsútbúgving, í almennum medisini, og síðan tað fyri júst 20 árum síðan gjørdist møguligt at taka hesa útbúgvingina í Føroyum, hevur áhugin verið stórur.
Tað var 1. mars 2002, at tann fyrsti ungi læknin fór undir sína høvuðsútbúgving í almennum medisini – kommunulæknaútbúgvingina – í Føroyum, og síðan eru tilsamans 33 kommunulæknar útbúnir. Av teimum starvast 21 í dag sum kommunulæknar í Føroyum.
Tað merkir samstundis, at støðugt fleiri av teimum føroysku kommunulæknunum hava eina føroyska serútbúgving. Tað eru tilsamans 35 kommunulæknastørv í Føroyum.
Høg raðfesting
Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um stóra áhugan fyri føroysku kommunulæknaútbúgvingini og øðrum læknaligum útbúgvingum í Føroyum.
Fleiri útbúgvingar
Kommunulæknaútbúgvingin er tann einasta læknaliga serútbúgvingin, sum tað í fullum líki ber til at taka í Føroyum, men síðan 2002 er so líðandi lagt afturat samlaðu játtanini til útbúgving av yngri læknum. Samlaða játtanin til útbúgving av yngri læknum er í ár 12,5 milliónir krónur.
Tað merkir, at tað í dag eisini ber til at taka partar av øðrum høvuðsútbúgvingum í Føroyum, umframt at talið av ungum læknum í KBU-størvum og introduksjóns-størvum, vanliga rópt intro-størv, er økt. KBU er stytting fyri Klinisk Basisuddannelse og er tað, ið fyrr kallaðist turnus.
KBU er fyrsta stigið víðari á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum. Næsta stig er eitt intro-starv, sum er eitt hálvt til eitt heilt ár innan fyri valda serlæknagrein, áðrenn læknin fer undir høvuðsútbúgving í serlæknagreinini.
Umsøkjarar við atknýti at Føroyum, ella sum duga føroyskt, hava fyrimun, tá tað snýr seg um KBU-størvini. Áhugin er stórur, og 16-20 KBU-læknar starvast árliga í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í løtuni verður lýst eftir 10 KBU-læknum at seta komandi vár.
Stórur áhugi, bæði hjá føroyskum og útlendskum læknum, er eisini fyri intro-størvunum. Í løtuni eru 12 læknar í intro-størvum í sjúkrahúsverkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald