Politikkur

Kommunala reglugerðin um markvirðir er við til at rættvísgera larm frá skipum

Borgarar eru enn einaferð taparar og málið í samgonguskjalinum hjá sitandi landsstýrissamgongu um heimafrið er langt frá loyst.

2022-02-07 11:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

- Eg leggi ikki í hvussu nógv desibel talan er um, um fólk ikki fáa sovið, so er tað ov nógvur larmur.” nakað soleiðis segði Helgi Abrahamsen á nýggjárinum í 2020, tá hann enn sat við ábyrgdini fyri umhvørvismálum. Tá fingu vit eina vón um, at landsins leiðsla fór at loysa málið, sum jú eisini er partur av samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað av sitandi samgongu eftir seinasta løgtingsval.

- Vit skulu øll vera her. Tað skal bera til at arbeiða á havnaløgunum, og tað skal eisini bera til at liva og sova í friði heima hjá sær sjálvum, segði sami landstýrismaður í maj 2021, tá hann loksins tók ta ábyrgd á seg, sum kommunurnar og havnaløgini kring landið varða av, men ikki vildu taka á seg, tí kappingin millum havnirnar um tey larmandi skipini er so stór. Landsstýrismaðurin tók longu í 2020 stig til at smíða eina kunngerð til frama fyri heimafriðin hjá fólki her á landi, ein kunngerð, sum kommunurnar sóu fyri sær fór at geva teirra vælvarda havnavirksemi eyka stríð at liva upp til.

Tá Helgi Abrahamsen so loksins kom við einum uppskoti um ítøkilig markvirði fyri ljóðdálking, sum Umhvørvis- og vinnumálaráðið saman við Umhvørvisstovuni orðaðu, hoyrdist eitt ramaskrígg frá komununum, sum nú brádliga kendu seg hildnar uttanfyri og ikki eftirspurdar. Eftir ein fund við Helga Abrahamsen varð so avgjørt, at kommunurnar, saman við havnaløgunum, skuldi koma við eini felagskommunalari reglugerð um óljóð frá skipum. Landsins leiðsla legði ábyrgdina frá sær og legði enn einaferð málið upp í hendurnar á kommununum at fáa loyst.

Hin 1. januar í ár kom so felagskommunala reglugerðin um óljóð frá skipum við bryggju í gildi. Longu nú, ein mánað seinni, síggja vit tíverri tað, sum vit spáddu longu frá byrjan av, at kommunurnar brúka reglugerðina til fyrimuns fyri havnavirksemið, heldur enn at verja borgaran ímóti ágangi. Samanumtikið kann ikki sigast annað enn, at reglugerðin framhaldandi tryggjar kommununum, at tær kunnu taka ímóti teimum larmandi skipunum og lata tey liggja og halda gang óavmarkað, heldur enn at verja heimafriðin hjá borgarum.

Handfaringin hjá Klaksvíkar kommunu og havn hevur hesar seinastu 18 dagarnar víst, at kommunala reglugerðin í størri mun er til fyri at rættvísgera, at larmandi skip sleppa at liggja við bryggju, heldur enn at verja borgaran ímóti larmi og gangi.

Heldur enn at lurta eftir teimum nógvu neyðarrópunum frá borgarunum, sum síðani 19. januar hava bønað og biðið um at fingið frið í egnum heimi, hevur kommunan latið russiska skipið Yantarnyy ligið og larmað í Norðhavnini uttan steðg í samfullar 17 dagar og nætur, hóast fólk eru so órógvað, at tey ikki orka at verða verandi í egnum heimi.

Tá spurt verður um, hví skipið verður liggjandi, hóast nógvu klagurnar, verður svarað, at skipið sambært kommununalu reglugerðini ikki heldur ov nógvan gang. Paradoksalt samsvarar tað ikki við útsagnina hjá Helga Abrahamsen, sum ikki gekk so høgt uppí desibel, men ynskti at tryggja fólki hvíld og svøvn í egnum heimum.

Verandi støða samsvarar tíverri alt ov væl við tað, sum felagið Heimafriður stúrdi fyri fór at henda, tá kunngerðin hjá landstýrismanninum varð slept og løgd í hendurnar kommununum at taka sær av.

Ístaðin fyri at verja borgarar sínar móti skaðiligum larmi, hava kommununar orðað eina reglugerð, sum rættvísger skaðiligan larm frá skipum.

Samstarvið kommunurnar millum, frítekur tó ikki okkara umhvørvismyndugleika og landstýrismanni í Umhvørvis- og vinnumálum fyri ábyrgd.

Um málið, sum samgongan hevur sett sær fyri at loysa, skal verða loyst, má landsstýrismaðurin í Umhvørvis- og vinnumálum taka á seg ábyrgdina at loysa málið, soleiðis at borgarar her á landi verða vardir fyri skaðandi larmi frá skipum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder