Vinna

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frídømt í máli um arbeiðstíð 

.

2025-05-30 12:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Fasti Gerðarrættur segði tann 19. mai 2025 úrskurð í máli, sum Heilsuhjálparafelagið í mai  2023 reisti móti Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.  

Heilsuhjálparafelagið kravdi, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skuldi viðurkenna, at tað  er brot á sáttmálan partanna millum, tá ið arbeiðstíðin hjá heilsu- og heimahjálparum á  arbeiðsætlanini er annað enn 8 tímar um dagin, uttan so, at avtala um frávik er gjørd við  felagið frammanundan. 

Málskravið hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum varð frídøming.  

Málið er um § 4 stk. 2 í sáttmálanum partanna millum, ið er soljóðandi:  

“Arbeiðstíðin er 8 tímar um dagin. Tó eru møguleikar at gera avtalur um frávik, um  arbeiðsgongdin á starvsstaðnum krevur tað. Partarnir eru samdir um, at arbeiðið  skal skipast uttan brot í arbeiðstíðini, har tað letur seg gera ...” 

Í avgerðini hevur Fasti Gerðarrættur m.a. lagt dent á, at hóast ásetingina um 8 tímar  arbeiðsdag, er tað ein sannroynd, at heilsu- og heimahjálparar leingi hava arbeitt og enn  arbeiða dagar, ið eru styttri enn 8 tímar.  

Onki stendur í sáttmálanum um, at frávik einans kann gerast við avtalu við Heilsuhjálparafelagið. 

Niðurstøðan hjá Fasta Gerðarrætti er, at tað ikki er grundarlag fyri at halda:  

- at orðingin um 8 tímar regluna skal skiljast so bókstavliga, sum Heilsuhjálparafelagið krevur tað 

- at frávík einans kann gerast við avtalu við Heilsuhjálparafelagið 

Tað er nú púra greitt, at arbeiðsgevarar IKKI bróta sáttmálan partanna millum (§ 4 stk. 2), um arbeiðstíðin hjá heilsu- og heimahjálparum á arbeiðsætlan er annað enn 8 tímar um dagin – eisini hóast frávik ikki er avtalað millum arbeiðsgevaran og Heilsuhjálparafelagið. 

Heilsuhjálparafelagið fær tí ikki viðhald í sínum uppáhaldi um, at heilsu- og heimahjálparar  bert kunnu arbeiða 8 tímar daglongdir – og at allar avtalur um styttri daglongdir skulu  frammanundan avtalast við Heilsuhjálparafelagið. 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er frídømt.  

Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið 

Per Martin Gregersen, formaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder