Síðani 24. februar 2022, tá Putin og hansara leigusveinar løgdu á Ukraina, er vorðið alsamt sjónligari hvørji stuðla hugsjónini um, at heiminum skal hava aðra heimsskipan enn okkara við mannarættindum, rættartrygd, talu-, savningar- og trúarfrælsi.
Fólk uttast á politisku vengrunum skúgva til viks veruleikan, at okkara frælsa samfelagsskipan ongantíð síðani kalda kríggið hevur verið so hótt sum nú.
At Putin, Xi Jinping, Lukasjenko, Kim Jong Un, Bashar al-Assad, Ali Khamenei, Nicolás Maduro, Ramzan Kadyrov, saman við øðrum despotum hálsfevnast um jarðleggjanina av Ukraina og eru samdir um at forkoma vesturlendsku fólkaræðini, eigur at geva okkum øllum gásahold.
Harkaliðið
Putin, fyrrverandi KGB-agentur, og hansara harkalið hava øll sín uppruna í Sovjet, sum var eitt djúpt korrupt einaræði, sum at enda sakk í søgunnar øskudunga.
Hóast fallið, so hildu netverkini fram, og lógu tey ikki á latu síðuni, tá tey stjólu landsins ríkidømi.
KGB, GRU og nú FSB býttu á skinninum og hava tey, nú við Putin við borðendan, alt valdið í samfelagnum, har einsrættanin er reglan.
Miðlafrælsið er kvalt, andstøðan jagstrað, revsað, pínd og myrd. Russland er ikki annað enn ein slyngulstatur, har sannleikin er lygn og lygnin sannleiki.
Propaganda, falstíðindi og flyta fokus
At spreiða falstíðindi og propaganda hava russar - og eisini kinesar, túsundir av teldusníkum, sum uttan íhald spjaða ósannindi á netinum á lygisíðum, sabotera útlendskar trygdarskipanir og gera seg inn á privatar og almennar fyritøkur í Vesturheiminum. Cyperálop eru nú gerandiskostur, har russar í veruleikanum føra kríggj móti frælsa heiminum.
Seinasta falstíðindamiðilin her um leiðir er danski pravda-dk.com.
Málið er, at eingin skal vita hvat er rætt ella skeivt – og soleiðis miðvíst at undirgrava trúnna á fólkaræðið. Og enn er vitlíki ikki komið í fullar snúningar…..!
Hetta er serliga sjónligt, nú ES-valið verður 9. juni. Hópurin av avdúkingum farnu tíðina prógva russisku interventiónina, har m.a. fleiri parlamentarikarar og starvsfólk í ES er tikin og ákærd fyri njósnan og at spjaða russiska propagandu og falstíðindi um alt Europa.
At flyta fokusið frá ræðuleikunum í Ukraina, var terror-álopið hjá Hamas 7. oktober orkestrerað av Iran og stuðlað av russum, greitt dømi um trúðarsáttmála millum despotar, sum ongan áhuga hava í at steðga ræðuleikunum í Gaza, tvørturímóti.
Sama familja
Hóast viðhaldsfólkini hjá facistunum og ultra sosialistunum (marx-leninistum) tvíhalda um, at tað er politisk blasfemi at hevda at teirra hugsjónirnar eru sama familja, so kunnu tey ikki renna undan fakta, at politisku háttaløgini efinett eru tey somu.
Hesi - summi undan aftur politisku vaðingini, onnur úr skápinum, eru eisini tey, sum beinleiðis og óbeinleiðis verja russiska harðræði, fyrrverandi kommunistin og nú facistin Putin og hansara útskot, teirra lygnir og pástandir um Ukraina og Vesturheimin.
Líkleikin millum facismuna og ultrasosialismuna – kommufacisma svitast ikki:
Einflokkastýri, eingi frí val, valsvik regulin. Miðlafrælsi, organisatións- og trúarfrælsi strikað. Rættarskipanin undir leiðslu og kravboðum frá valdshavunum. Undirvísing og lesnaður skipað av einaræðinum. Lygnir og sannleiki eitt feitt.
Loyniløgregla heimild at jagstra, fongsla og myrða – bæði inn- og útlendis. Total propaganda og einsrættan fyri despotunum osfr. osfr.
Facisman og ultra sosialisman (marx-leninisman) hava endamál at seta á stovn totalitera statin, har alt verður kontrollerað av valdshavunum og teirra apologetum. Mannalív eru týdningarleys.
Bera í bøtuflaka
Úr fólkaræðiligum sjónarhorni er gongdin í Russlandi og teirra stuðulslondum, har jagstran, terror, lygnir og svik er meginreglan, ræðandi og forkastilig.
Putin og Xi Jingping
eru ómissandi felagar í autokratiskari samgongu í komandi heimsskipan, har depotar órevsaðir kunnu gera tað, teimum lystir.
Kortini eru tað tey um okkara leiðir, ið yppa øksl, ja enntá summi, sum bera í bøtuflaka fyri teirri syndarligu gongd, sum hevur rakt heimin, har myrkursins veldi og despotarnir vinna sær vald og uttan at himprast taka saman hendur at forkoma vesturlendsku grundvirðunum – væl hjálptir av svíkunum Viktor Orbán, Robert Fico, Erdogan, sum heldur hondina yvir Hamas og politiskum fraktiónum í Europa.
At summi í Føroyum yvirhøvur sáa iva um, hvar vit hoyra heima geopolitiskt er óskiljandi - sum bert kann vera orsakað av fullkomnum søguloysi ella sum verri er, politiskum trábeitni.
Og forrestin – samtykti Løgtingið ikki havnastongsul 16. juni í fjør??
Bjarni Djurholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald