Politikkur

Komið heim og hjálpið okkum at skapa eitt javnari og rúmligari samfelag

Kjakið um fráflyting – ella kanska heldur manglandi heimflyting – hevur sett gongd á prátið kring nógv borð og mikrofonir seinastu tíðina. Eisini har eg ferðist. Eisini millum meg og míni vinfólk. Bæði tey, ið hava valt Føroyar til, og tey, ið ikki hava. Ein trupulleiki, ið víst verður á, er kvinnuundirskot. At ungar kvinnur velja Føroyar frá. Skulu vit venda teirri gongdini, skulu vit flyta okkum skjótari móti einum meir modernaðum og fjølbroyttum samfelag.

2024-12-10 19:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tungt at flyta heim?

Eg minnist, tá eg sjálv tók avgerðina um at flyta heim. Tað var sjálvandi eitt ynski um at vera nærri familjuni. Men tað var sanniliga eisini eitt ynski um at gera mun, har eg veruliga kundi gera mun, og har eg visti, hvussu tingini hingu saman. Tað var í eini tíð, har vit sum ungir útisetar føldu, at tingini vóru í broyting. Vit vóru í eini progressivari aldu. Hjúnabandslógin var akkurát broytt, Setrið var í uppbygging og bjóðaði fleiri útbúgvingar, eitt stetlandi lestrarumhvørvi bygdist upp, býarlívið varð ríkað við støðum, sum høvdu høgt til loftið og vítt til veggja. Fleiri og fjølbroytt mentanartiltøk vórðu. Tað føldist, sum vit fluttu okkum rættan veg. Men síðan tá hava vit ikki flutt okkum nóg skjótt ella nóg nógv.

Í sendingini, ið júst er víst í Kringvarpi Føroya, sigur ein av kvinnunum, ið hevur valt Føroyar frá, at tað vildi “verið tungt at flutt heim aftur í”. Hon tosar um konservativismuna og siðbundna samfelagið. Tað er ein kensla, ið vekur afturljóð hjá mær og teimum, sum eg kenni í bólkinum, sum ikki flytur heim aftur.

Vit skulu fáa ungar kvinnur at trívast

Eitt annað, ið sníkir seg inn í hetta kjakið, er fallandi barnatalið. Alt letur til at hetta er hægri í ár enn undanfarna, men hóast alt er tendensurin fallandi. Hetta er eisini nakað, ið kjakast verður um til høgru og vinstru. Og tað er áhugavert at flætta inn í kjakið – tí tað verður týðiligt, at ein loysn upp á báðar trupulleikarnar er at fáa ungar kvinnur at trívast.

Tá eg práti við ungar kvinnur, eru afturvendandi viðurskifti, sum gera seg galdandi. Í høvuðsstaðnum bleiv tað soleiðis fyri nøkrum árum síðan, at skuldi tú eiga eitt barn, vóru útlit fyri, at tú mátti vera við hús í upp til hálvtannað ár, tí onki pláss var á dagstovnunum. Samstundis er kostnaðarstøðið høgt, og fyri allarflestu familjurnar er neyðugt, at bæði foreldur eru á arbeiðsmarknaðinum.

Men tað er altso eisini soleiðis, at í allarflestu familjunum vilja bæði foreldur vera á arbeiðsmarknaðinum so ella so. Tí tað gevur teimum innihald í lívinum, bæði fakliga, mentanarliga og sosialt. Hvør er tað so, sum endar við at vera við hús? Tað vita vit. Tað eru mammurnar. Tað eru tær, tí vit hava ógvuliga siðbundnar familjuformar og skipanir.  Endin er, at øll tapa. Tí meðan mammurnar skulu vera við hús, men kanska gjarna vildu arbeitt, skulu menninir arbeiða, hóast teir kanska gjarna vildu verið meira um síni børn.

Manglandi javnstøða kann halda okkum øllum aftur, ikki bert ungu kvinnunum. 

Konservativa samfelagið

“Spyrja tey hví ungar kvinnur ikki vilja búgva í Føroyum? Bið tey lata eyguni upp!” – So bersøgin var onkur vinkona. “Hava vit yvirhøvur pláss fyri ambitiøsum ungum kvinnum, sum vilja arbeiða nógv og hava familju?” segði onkur onnur.

Eg haldi, at konservativa samfelagið, ið vit liva í, og sum vit kanska serliga merkja á okkum, tá vit fáa børn, hevur nógv størri ávirkan á hesi viðurskiftini, enn vit geva okkum far um. Bæði tá tað snýr seg um ungar ambitiøsar kvinnur, men eisini tá tað snýr seg um onnur, ið fella uttan fyri tað siðbundna.

Longu í 2013 eftirlýsti kynja- og samfelagsfrøðingurin Lív Patursson rúmd og javnstøðu í kjakinum um fráflyting. Kanningar hennara vístu, at pláss eisini skal vera fyri teimum, ið liva øðrvísi. Hetta tykist framvegis at vera ein rættiliga blindur vinkul. Vit skulu tí skumpa nógv meir undir grundleggjandi progressivitetin í samfelagnum, um vit skulu vinna kappingina um tey ungu við okkara grannalond.

Betri karmar – men eisini rúm fyri fjølbroytni

Tað er onki at ivast í, at fyri at fáa fleiri fólk heim, skulu vit betra karmarnar. Fleiri og meir hóskandi og modernaðar bústaðir til ung fólk, ið til dømis onki hava ímóti at búgva smátt.

Útbyggja eitt ríkt lestrarumhvørvi við lestrarbústøðum, dygdargóðum og hugkveikjandi útbúgvingum og góðum umstøðum. Tryggja vælferðina, so øll hava grundleggjandi møguleika at menna sítt egna lív. Men tað eru eisini onnur viðurskifti, ið spæla inn.

Valdsbýtið millum kyn í landinum er út av lagi. Vit vita, at tá tað kemur til lønina, eru kvinnurnar afturút. Vit vita, at tað verður enn verri, tá kvinnur fáa børn. Vit vita, at sannlíkindini at koma í leiðslusessir ella valdsmiklar sessir eru nógv, nógv verri hjá kvinnum. Vit vita, at kvinnur í nógv størri mun arbeiða niðursetta tíð og taka nógv størri part av barnsburðarfarloyvinum. Tá vit tendra portalarnar, útvarp og sjónvarp er oftast ein maður, ið veit ella heldur eitthvørt. Vit vita sanniliga eisini, at tey, ið fella uttan fyri siðbundnu fatanirnar av familjuformum og lívshátti, eru við undirlutan og mangla rættindi. Fyri bara fáum árum síðan vóru LGBT+arar heilt ósjónlig í samfelagnum. Tað er partvís fjølbroytni og ymiskleiki, sum nógv av hesum ungu og nútímans fólkunum tekkjast.

Føroyar framá!

Vit flyta okkum alla tíðina framá. Slíkar broytingar móti einum meir modernaðum samfelag koma ikki av sær sjálvum, og henda sjáldan skjótt. Men ynskja vit okkum fleiri ung heimaftur, og tað gera vit jú øll, so skulu vit skjótari fram á.

Munandi og góðar broytingar eru og verða gjørdar í barsilsskipanini. Tað er gott. Og vit mugu gera enn fleiri her eisini fyri at javna barsilin millum foreldrini. Javnstøðulógin verður skjótt dagførd. Vit hava ásetingar fyri javnstøðu í nevndum í tí almenna, vit eiga eisini at hava tað í tí privata. Vit skulu halda á fram við at geva minnilutabólkum rættindi. Vit eiga at geva føroyskum kvinnum rætt til at taka avgerðir um egið lív og framtíð, at geva okkum ræði á egnum kroppi við rættinum til trygga abort.

Eg ynski, at vit flyta okkum skjótari á progressivu leiðini. Eg veit, at tað eru nógv við mær, ið eisini ynskja tað. Og - góðu útisetar, góðu ambitiøsu, progressivu ungu kvinnur, menn og onnur – komið heim og hjálpið okkum at skapa eitt javnari og rúmligari samfelag!


Ingilín D. Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder