Mentan

Kom við til spennandi prát um eina landsdekkandi matarskipan

Norðurlandahúsið, 2. oktober 2024, kl. 13-15

2024-09-25 14:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Mikudagin 2. oktober verður eitt spennandi tiltak í Norðurlandahúsinum, har eitt prát verður um eina landsdekkandi matarskipan í Føroyum. Tiltakið er fyriskipað av Joan Sørensen og samtakinum GAIA FO (sum í løtuni er undir stovnan), sum arbeiðir við at menna eina sjálvbjargna, burðardygga og føðslurætta matarskipan sum stuðlar undir trivnaði, menning og sosialari javnvág hjá øllum børnum í øllum almennum dagstovnum og skúlum í Føroyum.

Endamálið við tiltakinum er at lýsa, hvussu ein landsdekkandi matarskipan kann ávirka føroyska samfelagið – bæði í mun til heilsu, trivnað, landbúnað og staðbundna matframleiðslu. Í kjakinum verður eisini tikið fram, hvussu matarskipanin kann stuðla føroyskum framleiðarum og menna eina nýføroyska matarmentan.

Vit fara at tosa um, hvussu ein fastur eftirspurningur frá umleið 11.000 børnum dagliga kann stimbra framleiðsluna av føroyskum rávørum, og hvussu vit kunnu tryggja, at børnini fáa javna atgongd til sunnan, burðardyggan og vælsmakkandi mat.

Skráin verður skipað í fýra høvuðsspurningar:

  • Frá sjógvi, mold og haga til borðið: Landbúnaðarvørur, fiskivørur og matframleiðsla

  • Til hvønn barna maga: Hvussu skal okkara matarskipan smakka?

  • Matgleði og læring: Námsfrøðiliga arbeiðið í matarskipanini
  • Fleiri hendur í køkinum: Tørvurin á yrkisfólki í føðsluvinnuni

Tiltakið bjóðar nøkur av fremstu fakfólkum innan økini at luttaka, og gestir kunnu síggja fram til eitt livandi prát um, hvussu vit í Føroyum kunnu menna eina matarskipan, sum stuðlar undir burðardygd, føroyskan landbúnað og betri heilsu fyri komandi ættarlið.

Tiltakið er ókeypis og verður hildið í Norðurlandahúsinum mikudagin 2. oktober frá kl. 13 til 15. Vit bjóða søtt og sunt frá Kafé Systrar omaná.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Tíð og stað:

Norðurlandahúsið, Skálin
Mikudagin 2. oktober 2024, kl. 13-15

Um GAIA FO:
GAIA FO er eitt almannagagnligt samtak, ið arbeiðir fyri at menna eina sjálvbjargna, burðardygga og føðslurætta matarskipan fyri børn og ung í almennum stovnum og skúlum í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder