Annað

Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. september - vøksturin er 0,6%

1. september búðu 54.679 fólk í Føroyum. Tað eru 303 fleiri enn 1. september í fjør. Vøksturin er 0,6%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,9%.

2024-10-10 13:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Hagstovan:

Flestu flytingar millum Føroyar og útlond eru í juni, juli og august. Fleiri flyta til Føroyar um summarið umframt at fleiri flyta av landinum, millum annað í lestrarørindum. Hetta sæst aftur í fólkatalinum soleiðis, at tað fyrst veksur meiri enn vanligt fram móti august og síðani minkar aftur. 


Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum til- og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar taldi 303 fólk og kom av einum burðaravlopi á 131 og eini nettoflyting á 172 fólk.  

Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar var minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Munurin á 180 fólk sæst aftur bæði í burðaravlopinum og nettoflytingini. Burðaravlopið var á leið 80 fólk minni enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga, tí færri vóru fødd. Nettoflytingin var um 100 fólk minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tí hóast færri fluttu av landinum enn í undanfarna tíðarskeiði, so vóru tað uppaftur færri, sum fluttu til landið. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri. 

m09

Færri verða fødd

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa mánaðarligu gongdina í føði- og deyðatalinum. Meðan gongdin í deyðatalinum hevur funnið eina legu, sum liggur um 35 í miðal um mánaðin, vísa trendarnir, at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum heldur fram. Trendurin fyri føðitalið er seinastu trý árini farin úr 54 børnum niður í 44 børn í miðal um mánaðin. 


Færri flyta

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gongdin í bæði til- og fráflytingini er minkandi. Tilflytingin er tó minkað nakað meiri enn fráflytingin, og tað minkar um nettoflytingina. Seinasta hálvtannað árið er nettoflytingin fyri hvørt tólv mánaða skeið minkað niður í helvt. 


Størsti vøkstur í størstu kommununum

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Nes, Klaksvíkar og Vága kommunum. Kommunurnar við størstu afturgongd í fólkatalinum vóru Vágs, Sunda og Eiðis kommunur, har fólkatalið minkaði við yvir 30 fólkum í hvørjari kommunu seinasta árið. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. september 2023 og 2024. Gongdin í fólkatalinum í einstøku bygdunum sæst her.

Fólkatalið í kommunum og bygdum

sep 2023 – sep 2024



septembermunur

20232024persónar%





Tilsamans54.37654.6793030,6
Fugloyar kommuna424537,1
- Hattarvík1316323,1
- Kirkja292900,0
Viðareiðis kommuna343330-13-3,8
- Viðareiði343330-13-3,8
Hvannasunds kommuna426419-7-1,6
- Depil5500,0
- Hvannasund25025220,8
- Múli000-
- Norðdepil168161-7-4,2
- Norðtoftir31-2-66,7
Klaksvíkar kommuna5.4805.519390,7
- Klaksvík5.0885.127390,8
- Árnafjørður656500,0
- Norðoyri161159-2-1,2
- Ánirnar494900,0
- Mikladalur262827,7
- Trøllanes1514-1-6,7
- Svínoy313100,0
- Húsar384025,3
- Syðradalur, Kalsoy76-1-14,3
Kunoyar kommuna153149-4-2,6
- Haraldssund7368-5-6,8
- Kunoy808111,3
Fuglafjarðar kommuna1.6401.617-23-1,4
- Fuglafjørður1.6281.607-21-1,3
- Hellurnar1210-2-16,7
Eysturkommuna2.2682.298301,3
- Leirvík1.0251.059343,3
- undir Gøtueiði323426,3
- Gøtugjógv535411,9
- Skálafjørður, Eysturkommuna45125,0
- Norðragøta659635-24-3,6
- Syðrugøta495511163,2
Nes kommuna1.5251.576513,3
- Nes, Eysturoy369379102,7
- Saltnes164162-2-1,2
- Toftir9921.035434,3
Runavíkar kommuna4.3604.391310,7
- Oyndarfjørður124120-4-3,2
- Elduvík1614-2-12,5
- Funningsfjørður5251-1-1,9
- Æðuvík9888-10-10,2
- Glyvrar473483102,1
- Lamba152149-3-2,0
- Rituvík330350206,1
- Runavík58058550,9
- Saltangará1.1751.18490,8
- Skipanes5553-2-3,6
- Søldarfjørður35035000,0
- Lambareiði111219,1
- Skála758774162,1
- Skálafjørður138134-4-2,9
- Funningur4844-4-8,3
Sjóvar kommuna1.1991.225262,2
- Innan Glyvur848400,0
- Kolbeinagjógv3631-5-13,9
- Morskranes2624-2-7,7
- Selatrað434412,3
- Strendur1.0101.042323,2
Eiðis kommuna809777-32-4,0
- Eiði721694-27-3,7
- Ljósá3732-5-13,5
- Svínáir515100,0
Sunda kommuna1.8271.796-31-1,7
- Norðskáli319311-8-2,5
- Oyrarbakki166154-12-7,2
- Oyri18118210,6
- Gjógv2826-2-7,1
- Haldórsvík115114-1-0,9
- Langasandur4146512,2
- Tjørnuvík4743-4-8,5
- Saksun111100,0
- Hvalvík25925900,0
- Nesvík000-
- Streymnes32733141,2
- Hósvík333319-14-4,2
Tórshavnar kommuna23.13423.3532190,9
- Kollafjørður825814-11-1,3
- Oyrareingir3837-1-2,6
- Signabøur152148-4-2,6
- Argir2.5192.541220,9
- Tórshavn14.01914.1991801,3
- Kaldbak24625483,3
- Kaldbaksbotnur7700,0
- Mjørkadalur000-
- Sund1100,0
- Hvítanes106105-1-0,9
- Hoyvík4.6334.663300,6
- Norðradalur9900,0
- Syðradalur, Streymoy8800,0
- Kirkjubøur7874-4-5,1
- Velbastaður25826351,9
- Hestur151500,0
- Koltur000-
- Nólsoy220215-5-2,3
Kvívíkar kommuna602616142,3
- Kvívík39940782,0
- Leynar11011554,5
- Skælingur131300,0
- Stykkið353838,6
- Válur4543-2-4,4
Vestmanna kommuna1.2801.262-18-1,4
- Vestmanna1.2801.262-18-1,4
Vága kommuna2.1822.219371,7
- Sandavágur1.0221.02640,4
- Miðvágur1.1161.150343,0
- Vatnsoyrar4443-1-2,3
Sørvágs kommuna1.2321.23420,2
- Sørvágur1.1341.14060,5
- Bøur7168-3-4,2
- Gásadalur131300,0
- Mykines1413-1-7,1
Skopunar kommuna470482122,6
- Skopun470482122,6
Sands kommuna536525-11-2,1
- Sandur536525-11-2,1
Skálavíkar kommuna135145107,4
- Skálavík135145107,4
Húsavíkar kommuna971081111,3
- Dalur2936724,1
- Húsavík586246,9
- Skarvanes101000,0
Skúgvoyar kommuna3236412,5
- Skúgvoy2732518,5
- Stóra Dímun54-1-20,0
Hvalbiar kommuna648635-13-2,0
- Hvalba582568-14-2,4
- Sandvík666711,5
Tvøroyrar kommuna1.7421.74640,2
- Froðba278267-11-4,0
- Trongisvágur523533101,9
- Tvøroyri85586380,9
- Ørðavík2427312,5
- Ørðavíkslíð6256-6-9,7
Fámjins kommuna8074-6-7,5
- Fámjin8074-6-7,5
Hovs kommuna106103-3-2,8
- Hov106103-3-2,8
Porkeris kommuna32032661,9
- Porkeri32032661,9
Vágs kommuna1.3771.342-35-2,5
- Vágur1.3771.342-35-2,5
Sumbiar kommuna33133100,0
- Lopra7269-3-4,2
- Sumba24724700,0
- Víkarbyrgi000-
- Akrar1215325,0





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder