Vinna

Klárt at søkja Listaflog 2025

.

2025-02-21 15:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Aftur í ár letur Atlantic Airways stuðul úr stuðulsskipanini Listaflogi. 

Stuðul verður latin listafólki, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. Í fjør hækkaði stuðulin úr 100.000 kr árliga upp í 125.000 kr. Stuðulin kann latast einum ella fleiri listafólkum og/ella verkætlanum. 

Í ár er sjeynda ferðin, at Atlantic Airways letur Listaflog. Fyrsta Listaflogstuðulin fingu Jóhan Martin Christiansen og Hansina Iversen (2017). Hini, ið hava fingið stuðul eru: Heiðrikur á Heygum (2018), Sunleif Rasmussen, Greta Svabo Bech og Det Ferösche Compagnie (2019), Kristina Thede Johansen (2022) og Brimheim (2023) og Gunnvá Zachariasen (2024). 

Ein úrvalsnevnd ger av, hvør ella hvørji fáa stuðulin. Jóhan Martin Christiansen, umboð fyri Listafólkasamband Føroya, Jørgen Meitilberg, umboð fyri Almanna- og mentamálaráðið og Esther Dahl, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, sita í nevndini í ár. 

Evsta mark at søkja stuðulin er sunnukvøldið 16. mars á miðnátt. 28. mars, sum er dagurin, Atlantic Airways fleyg sín fyrsta túr millum Føroyar og Keypmannahavn, verður avdúkað, hvør fær Listaflog 2025.

Til ber at lesa meira og taka niður umsóknarblað her: https://bit.ly/listaflog_AA 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder