Politikkur

Klaksvík: Barnafrádrátturin hækkar í 2024

Á býráðsfundinum í gjár samtykti býráðið einmælt fíggjarætlanina fyri 2024. Klaksvíkar býráð hevur samtykt at seta 53,5 mió. kr. av til íløgur komandi ár. Somuleiðis varð samtykt at hækka barnafrádráttin úr 5.500 kr. til 6.500 kr. pr. barn, umframt at foreldur fáa ein lætta og sleppa undan at rinda ansingargjald í desember og januar.

2023-11-24 11:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Við ársbyrjan 2022 var nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu 80 mió. kr. oman fyri skuldarmarkið. Í 2023 vóru reglurnar um uppgerð av nettoskuld broyttar soleiðis, at skuldarmarkið hækkaði á leið 60 mió. kr. Saman við øktum inntøkum frá persónsskatti og óbrúktum íløgujáttanum verður mett, at við ársenda 2023 er nettoskuldin komin niður um eina álíkning.

Raksturin er 273,4 mió. kr., og útreiðslurnar til rentur og rentstuðul 18,4 mió. kr., sum er ávikavist 7,1% og 51% hægri enn í fíggjarætlanini 2023. Uttan lønarlyft hækkar raksturin 5,8% í mun til 2023. Lutfallið millum inntøkur og rakstur er 77,5%.

Í fíggjarætlanini fyri 2024 eru inntøkurnar mettar til 352,7 mió. kr., og er hetta ein hækking á 7,2% í mun til fíggjarætlanina 2023. Metta avlopið á 8 mió. kr fyri 2024 verður brúkt til at rinda avdráttir.

Skattaprosentið er óbroytt, 20,75%.


Nýggjar íløgur

Borgarakanningin, sum Klaksvíkar kommunu gjørdi í vár, vísti eitt týðiligt ynski um betri ferðsluviðurskiftir. Sum nakað nýtt hevur býráðið tí samtykt eina serstaka avseting til ferðslutrygd á 1,5 mió. kr. Henda játtan er ikki bundin til nakað ávíst øki, men í høvuðsheitum er ætlanin at betra um ferðslutrygdina kring Skúlatrøð.

Ein onnur nýggj avseting komandi ár er at betra um umstøðurnar í bátahylinum í Borðoyarvík. Orsøkin er, at tað súgar sera illa í bátahylinum, og av tí sama eru fleiri skaðar skrásettir. Tí er neyðugt at betra um umstøðurnar hjá smábátum í bátahylinum og verður hetta gjørt við at leingja og smalka molan/brimgarðin á bátahylinum.


Íløgur í 2024

Tær flestu játtanirnar í 2024 eru íløgur, sum eru í gongd. Talan er um m.a. hesar verkætlanir: hornaskýlið, vegur og parkeringsøkið við Stangavegin, víðkan av Norðhavnini og vatnleiðing til tunnilin Norður um Fjall.

Harumframt er talan um ymiskar bindingar til aðrar íløgur. Eitt nú hevur Klaksvíkar kommuna játtað stuðul á 21 mió. til Húsarhaldsskúlan. Av hesum hevur kommunan rindað 11 mió. kr. í 2022 og 2023 og verður restin goldin í 2024 og 2025, ávikavist 8 og 2 mió. kr.

Dømi um aðra íløgu í 2024, sum peningur longu er játtaður til, er byggibúning í samband við nýggja hotellið í miðbýnum.

Les býráðssamtyktirnar her: Býráðsfundur 23. nov. 2023

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder