Ítróttur

KÍF vann sín fyrsta sigur – Dráttur sítt fyrsta sett

Hotel Djurhuus-deildin:Dráttur – KÍF 1-3 (7-25, 9-25, 25-21, 14-25)

2025-11-09 20:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað hevur ikki gingið meira enn næstbest hjá KÍF í ár, sum bara hevði fingið eitt stig undan dagsins dysti, men loksins bragdaði, og KÍF vann lættan 3-1 sigur á Drátti.

Óroynda liðið hjá Drátti hevði tað trupult alt síðsta kappingarár og megnaði einans at vinna tvey sett, og gongdin hevur verið tann sama hetta kappingarárið. Men í dag fegnast tey í Drátti tó um at vinna triðja settið 25-21. Og merkisvert var tað, tí Dráttur kundi havt mist alt mót, tá KÍF hevði lagt seg á odda 16-0! í undanfarna settinum, har Savanna Onghamar Ragnvaldsdóttir tí slapp at serva 17 ferðir á rað, áðrenn Dráttur vann sítt fyrsta stig í settinum.

Sigurin hjá KÍF kom tí ikki í vanda, tí kollfirðingar vunnu fjórða settið 25-14.

Stóra royndin hjá KÍF verður tó mikukvøldið, tá Fleyr, sum hevur fult stigatal, vitjar í Kollafirði

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Lið
Dystir
Settmunur
Stig
4
7
10
Fleyr
3
8
9
Mjølnir
4
4
8
TB
4
-2
5
KÍF
4
-3
4
Dráttur
5
-14
0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder