Sjúrður Skaale hevur í gjár spurt danska verjumálaráðharran um kavbátarnar á Nólsoyarfirði seinastu vikurnar.
- Eg haldi, at tað hevur týdning at vit vita, hvat teir gera her hjá okkum, um teir hava neyðugu loyvini, og hvagar teir eru á veg. Og sjálvandi eisini um hetta er komið fyri fyrr, uttan at føroyskir myndugleikar eru kunnaðir, sigur Sjúrður Skaale.
Seinastu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at amerikonsk verjuskip leggja at í Føroyum fyri at bunkra, skifta manning og proviantera. Men tað hevur verið heilt óvanligt at síggja kavbátar á føroysku firðunum.
- Eg veit, at fólk hava sæð russiskar kjarnorkukavbátar uttanfyri grønlendsku strondina. Helst eru amerikanskir kavbátar har eisini. At teir nú síggjast um okkara leiðir staðfestir bara, at spenta støðan eystanfyri eisini merkist hjá okkum. At tað aftur er kríggj í Evropa.
Sambært grein í Berlingske frá 2015 hava tað verið 15 fráboðanir um kavbátar uttanfyri Grønland síðani 1980, harav nakrar hava verið eftir kalda kríggið. Í summum førum hevur danska verjan eisini jagstrað kavbátarnar.
- Fráboðanirnar eru helst bara toppurin av ísfjallinum, tí kavbátar skulu jú ikki síggjast. Tað er eisini tí at eg vil vita, um tyrlurnar og skipini hjá donsku verjuni yvirhøvur hava útgerð til at staðfesta kavbátavirkemi í okkara øki ella ikki, sigur Sjúrður Skaale at enda.
Spurningarnir til verjumálaráðharran kunnu lesast her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald