Vinna

Katrin Jóhanna bíðar eftir landingartørni

-

2022-01-09 09:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Katrin Jóhanna kom á Havnina í gjár við 1.750 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, tað eru so nógv skip í Fuglafirði, at ringt er at fáa kaipláss, tí valdu teir at fara á Havnina.

Norðingur og Fagraberg komu á Fuglafjørð í gjár við 2.000 og 2.800 tonsum av svartkjafti, teir skulu báðir landa áðrenn Katrin Jóhanna.

Skipini royna eftir svartkjafti sunnanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder