Geir Meum Olsen er kendur leikritahøvundur bæði til pall og skíggja, festivalfyrireikari og leikhússtjóri. Men í hesum sínum mest persónliga stykki, er hann sjálvur farin á pall at siga sína søgu. Søguna um álvarsliga sjúka beiggja sín, og um hvussu stóribeiggin Geir roynir at bjarga honum.
Leikurin er ein samrøða við ein hjáverandi Guð – ella ikki – og við áskoðararnar um sunnudagsskúlan, synd og gullklistrimerki – um barnatrúnna, vón og kærleika.
Leikurin er ein stuttligur og satiriskur einleikur, ið viðger nakrar av truplastu spurningunum, ið vit sum menniskju sita við. Hann er eisini persónligur, heitur og leitandi. Teksturin rakar okkum øll, sama hvat vit trúgva ella ikki, sum eitt frælst og frískt lot.
Persónurin í leikinum hevur brúk fyri at práta við Guð. Mann til mans, andlit til andlits. Hann er ørkymlaður og troyttur av at vera eitt nútímans menniskja, ið væntar at finna øll svarini upp á tilveruspurningarnar. Hann klárar ikki at geva seg yvir til nakað, sum er størri enn hann sjálvur, og spyr tí Guð:
“Kanst tú seta teg, Guð, vit mugu práta saman”
Geir Meum Olsen er eitt kent andlit í norskari palllist. Hann stóð á odda fyri Parkteatret í mong ár og stovnaði Nonstopfestivalen í 2005. Líka síðan fyrst í 1980-árunum hevur hann verið við í óteljandi framførslum til bæði pall og skíggja.
Hann hevur skrivað handrit til nógvar filmar og sjónvarpsrøðir, sum hava vunnið heiðurslønir bæði heima og úti. Í mong ár var hann ein fastur partur av høvundatoyminum hjá Tom Sterri, sum stóð aftan fyri mangar av størstu sukseunum á Chat Noir, Edderkoppen og ABC-leikhúsinum.
“Kanst tú seta teg, Guð, vit mugu práta saman” er fyrstu ferð, Geir fer á pallin sum høvuðspersónur í sínum egna verki.
Á pallinum: Geir Meum Olsen
Leikstjórn: Linn Olsen
Mál: Norskt
Handrit og hugskot: Geir Meum Olsen
Myndir: Terje Holm
Lýsing
Kanst tú seta teg Guð, vit mugu práta saman
Einleikurin “Kanst tú seta teg Guð, vit mugu práta saman” gjørdist ein brakandi sukse á ársins Nonstop palllistafestivali í Moss í Noregi. 18. januar sleppa eisini føroyingar at uppliva hetta einastandandi leikverk.
2024-12-10 19:20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald