Mentan

Kann seyðahald gera okkum meira sjálvbjargin?

Matsjálvbjargni er á breddanum, tá seyðabøndur og serfrøðingar úr Norðurlondum savnast í Føroyum til InterNorden 21.–24. oktober..

2026-09-28 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í døgunum 21. til 24. oktober 2026 skipar Búnaðarstovan fyri norðurlendsku seyðaráðstevnuni InterNorden. Hetta er 37. ferðin, at skipað verður fyri hesi ráðstevnu, triðju ferð, at hon er í Føroyum. Ráðstevnan í ár verður skipað soleiðis, at mikudag og hósdag verða fyrilestrar, fríggjadag er útferð til tríggjar garðar, og leygardag verður farið til seyðasýning norðuri í Hvalvík.

Tað var íslendski seyðaráðgevin Dr. Halldór Pálsson, sum tók stig til ráðstevnuna, og fyrsta ráðstevnan varð hildin í 1948 í Svøríki. Endamálið við InterNorden felagsskapinum var at savna seyðabøndur, landbúnaðarráðgevar, djóralæknar og onnur seyðaáhugað til eina óformella ráðstevnu um seyðahald. Fyrstu luttakaralondini vóru Ísland, Svøríki, Noreg, Danmark og Finnland.

Tey møttust til at deila vitan um, hvat rørir seg í seyðahaldinum í luttakandi londunum, fyri harvið at kunna menna seyðahaldið bæði verkliga og ástøðiliga.

InterNorden verður enn skipað á henda hátt og fyri somu áhugabólkar. Evni verða tikin upp, sum eru viðkomandi fyri tíðina. Evni sum veðurlagsbroytingar hava fylt nógv síðstu tíðina í mun til, hvussu hetta ávirkar framleiðsluna, og hvørjar avbjóðingar tað hevur við sær.

Í ár verður serligur dentur lagdur á heitið sjálvsveitan ella sjálvbjargni innan matframleiðslu. Eitt rættuliga viðkomandi evni, tá hugsað verður um geopolitisku støðuna í dag. Harafturat verður stórur dentur lagdur á ymsu stuðulsskipanirnar í luttakandi londunum, sum kunnu virka til størri matsjálvbjargni.

Føroyska stuðulsskipanin kann ikki rættuliga samanberast við skipanirnar í hinum luttakaralondunum. Framløgur verða, sum lýsa hesar skipanir í Íslandi og Noregi, umframt ein framløga, sum samanber skipanir í sambandi við seyðakjøtframleiðslu í Norðurlondum, Stóra Bretlandi og Fraklandi.

Framløgur verða um, hvussu beitið verður brúkt og stýrt í ymsu londunum. Millum annað við at brúka GPS skipanir í staðin fyri at brúka hegn. Komið verður eisini inn á gransking innan gomul seyðasløg í Norðurevropa.

Hetta er nakað av tí, sum verður at hoyra hesar dagarnar á Hotel Føroyum, onnur áhugaverd evnið verða eisini á skrá. Meira kann lesast um fyrilestrahaldarar og skránna á hesi leinkju: InterNorden2026

Her ber eisini til at melda seg til ráðstevnuna fram til 14. oktober 2026. Til ber at melda til alla ráðstevnuna ella bara til partar av ráðstevnuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder