2024-05-05 15:14
Kaj Eli Blábjørg er farin.
Leygardagin fjórða mai ringdi telefonin. Í telefonini var Maria Blábjørg. Eg skundaði mær at siga: Til lukku við manninum, tí eg visti at tey vóru niðri í Danmark og hildu føðingardagin hjá Kaj Eli. Jú, svaraði Maria, men nú verður tað ikki til lukku, tú ynskir mær, men at kondolera. Eg gjørdist illa við, tá ið hon segði: Kaj Eli doyðí í dag. Vit vistu at hann hevur verið sjúkur seinastu tíðina, men at deyðin skuldi koma so brádliga nú familja var farin niður at halda føðingardag hansara, óraði eg ikki.
Kaj Eli og Mariu komu vit at kenna í 1984, tá ið vit fluttu úr Danmark til Fuglafjarðar sum trúboðarahjún. Vinarbond vóru beinanvegin knýtt millum húsini, eisini millum okkara børn og teirra børn, sum vóru javnaldrar. Hetta gjørdist vinarlag, sum hevur veri varandi til henda dag, hóast vit ikki koma so ofta saman longur nú vit búgva í Vágum.
Kaj Eli var sjómaður alt lívið. Meðan vit búðu í Fuglafirði átti hann trolbátin ”Líggjas”. Hvønn leygardag, tá ið hann kom inn at landa, koyrdi hann niðan til okkum við arbeiðsbilinum og legði fisk inn í kjallarin. Hann var altíð í góðum hýri og væl nøgdur, um veiðan var lítil ella stór.
Ein góður vinur var Kaj Eli, og fittur at vera saman við. Hann duldi ikki fyri at hann var ein trúgvandi maður, tað visti hann í verki við gerningum, hjálpsemi og sjálvboðnum arbeiði har, hann kundi.
Hann koma vit at sakna.Tað er stórur missur fyri familjuna, og serliga tungt hjá Mariu, at Kaj Eli ikki longur er okkara millum.
Guð veri troystari tykkara í sorgini og í sakninum.
John
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald