2025-12-07 11:20
Rani Nølsøe skrivar á Facebook:
Brátíðindi!
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsandi nýtt met á kongateininum í frælsum ítrótti.
Tað gjørdi hann, nú hann júst hevur runnið Valencia marathon og betrað gamla metið hjá Absalon Hansen við heili seks minuttum!
Endatíðin gjørdist 3:21:30.
Gjøgnum alla renningina megnaði Julian spakuliga at økja um ferðina. Hann legði út við 3:27 per kilometur og endaði niðri á 3:21.
Julian gjørdist nummar 259 av 38439 rennarum.
Hjartaliga tillukku við metinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald