Politikkur

Jørgen spyr um avtøku av serskattaskipanum

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, heur sett skrivligan fyrispurning til Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um møguliga avtøku av serskattaskipanum.

2023-10-18 14:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Í viðmerkingunum sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, at landsstýriskvinnan hevur í fleiri umførum verið í miðlunum og boðað frá, at serskattaskipananir skulu takast av. Men hon hevur ikki sagt, hvørjar skulu takast av, og hvørjar skulu verða verandi.


Serskattaskipanir hava allar eina orsøk, men í flestu førum er talan um serskipan, har arbeiðið er langt heimanífrá. Her kunnu nevnast nøkur dømi.


Fólk í almennum ella privatum starvi fáa umframt lønina skattafríar dagpengar fyri hvønn dag, man er í útlandinum í arbeiðsørindum. Fólk, sum hava langt at koyra til arbeiðis fáa skattafrían koyripening frá landinum. Er neyðugt at hava eyka bústað á arbeiðsstaðum, fær viðkomandi skattafrítt fyri dupult húsarhald.


Um ein siglir við fiskiskipi, fær ein fiskimannafrádrátt fyri løn, sum er vunnin á sjónum, t.e., tá ein er burtur heimanífrá. Um sjúkrarøktarfrøðingur ella handverkari arbeiðir í Norra, rindar viðkomandi norskan skatt, sum er lægri enn tann føroyski.


Persónar, sum sigla undir FAS-skipanini, rinda flatskatt, sum reiðaríið fær aftur. Persónar, sum sigla undir DIS, hava nettoløn og rinda ikki skatt. Hetta er avtala, sum landsstýrið gjørdi, tá lønirnar á donskum farmaskipum vórðu lækkaðar, svarandi til skattin.


Fólk, sum sigla við øðrum farma- ella veitingarskipum hjá útlendskum reiðaríi, hava ein skattafrádrátt fyri inntøku, sum er forvunnin, meðan tey eru burtur heimanífrá.


Tí er spuringurin, hvørjar skipanir landsstýriskvinnan ætlar at taka av, og hvørjar skulu verða verandi.


Spurningar:  

 

  1. Hvørjar serskattaskipanir ætlar landsstýriskvinnan at taka av, og hvørjar verða verandi?
  2. Er samgongan samd um tað?


Jørgen Niclasen

Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder