Í viðmerkingunum sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, at í samgonguskalinum stendur at, “Prísskipanin hjá SSL verður endurskoðað fyri atjavnseta fólk í ymsu pørtunum í landinum”.
Dýrastaleiðin fyri ferðandi við SSL er úr Norðoyggjum til Vágar. Aftur og fram erprísurin 200 kr. Millum Norðoyggjar og Suðurstreym er prísurin aftur og fram180 kr. Eisini millum Vágar og Suðurstreym er prísurin 180 kr.
Ásjóleiðum er dýrasta leiðin til Mykinesar, har tað kostar 120 kr. aftur ogfram. Millum Suðuroy og Suðursteym er kostnaðurin 80 kr., meðan hinarsjóleiðirnar kosta 40 kr. aftur og fram.
Táprísirnir skulu javnseta fólk í ymsu pørtunum í landinum, kundi verið áhugavertat vita, hvussu landsstýrið ætlar at skipa tað. Hvatverður dýrari og hvat verður bíligari.
Spurningar:
1. Hvørjir prísir hjá SSL skulu javnstillastog hvørjir skulu ikki?
2. Hvørjir prísir veksa og hvørjirprísir skulu lækka?
Jørgen Niclasen,
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
Politikkur
Jørgen Niclasen spyr um prísirnar hjá SSL
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, hevur sett skrivligan fyrispurning til Dennis Holm, landsstýrismann í fiski- og samferðslumálum, um javnstilling av SSL prísum.
2023-10-18 13:57
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald