Vinna

Jóhannus og Dánjal eru settir í starv sum fyristøðufólk í Koltri

Koltur hevur fingið tvey nýggj fyristøðufólk

F.v. Jóhannus Hansen og Dánjal Egilstoft.

F.v. Jóhannus Hansen og Dánjal Egilstoft.

2024-07-02 16:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jóhannus Hansen og Dánjal Egilstoft báðir úr Sandavági eru settir, sum fyristøðufólk í Koltri. 

Herfyri søkti Tjóðsavnið eftir fyristøðufólki til Koltur, og komu 20 umsóknir inn.

Arbeiðsøkið hjá fyristøðufólkunum er umfatandi.

Tey skulu hava umsjón við ognum landsins í Koltri og skipa fyri, at Koltur støðugt er mannað. Millum annað skulu sjálvboðin manna oynna.

Fyristøðufólkini skulu eisini taka móti ferðafólki, ansa húsdjórunum, fletta ella skipa fyri fletting, og hjálpa savnsvørðum og granskarum Tjóðsavnsins við ymsum uppgávum.

Og tey skulu gera skipanir fyri Koltur, so sum mannagongdir fyri sóttreinsan, gera skilhaldsreglur og hava reingerðina í húsum Tjóðsavnsins.

Sendingin summarmorgun tosaði við Dánjal og Jóhannus í morgun. Lurta her frá 30:30 til 41:40

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder