2025-02-20 20:31

Sands Kommuna skrivar:
Umhvørvisstovan er nú liðug at viðgera innkomnu umsóknirnar um el-framleiðslu úr vindorku í Klivaløkshaga á Sandi, og avgerð er tikin um at veita Vindorku hetta loyvið. Talan er um eitt felag undir stovnan við Jóhan í Niðristovu og øðrum, har sonevndi byrjunarprísurin er 26,97 oyru/kWt.
- Talan er um sjey Vestas V-117 vindmyllur til ein samlaðan mátt á 30 MW við møguligari el-framleiðslu á 150 GWt/ár, siga tey á Umhvørvisstovuni í dag.
Umsóknir komu frá fýra umsøkjarum:
* Vindorku (undir stovnan) v/ Jóhan í Niðristovu o.ø.
* Orkufelagnum Magn
* Vindfelag hjá SEV
* Felag undir stovnan v/ Effo
Umhvørvisstovan vísir á, at hendan vindmylluverkætlan er eitt týðandi stig at koma nærri málinum í almenna orku- og veðurlagspolitikkinum at gera Føroyar meira leysar av olju og harvið at kunna minka um okkara Co2-útlát.
- Endaligt loyvi til vindmylluverkætlanina í Klivaløkshaga er treytað av, at onnur neyðug loyvi eisini fáast til vega, eitt nú loyvi frá Yvirfriðingarnevndini, loyvi frá Sands kommunu - og at endalig avtala eisini fæst við viðkomandi jarðareigarar í økinum, verður sagt á Umhvørvisstovuni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald