Politikkur

JOHAN DAHL SPYR UM VIÐFØDD BREK Í MUNNINUM HJÁ EINSTØKUM FØROYSKUM UNGDÓMUM

.

2024-10-15 14:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Evni: Viðfødd brek í munninum hjá einstøkum føroyskum ungdómum
Spurningar:
1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at dagføra skipanina við fíggjarligum stuðli til føroyskar ungdómar við viðføddum breki í munninum, soleiðis at henda skipan eisini fer at fevna um borgarar, sum flyta av landinum í útbúgvingarørindum?
Viðmerkingar:
Tað eru nakrir føroyskir ungdómar, sum bera viðfødd brek í munninum. Hetta eru vanliga støður, har framtenn vanta ella aðrar støður, sum eru æstetiskt vanskeplandi/ misprýðandi ella funktionelt oyðileggjandi.
Sambært núverandi kørmum hava føroyskir ungdómar, sum bera viðfødd brek í munninum, eina trygd fyri fíggjarligum stuðuli sum hjálparráð sambært § 29 í lóg um almannatrygd og tænastur og § 14 og skjali 3 í kunngerð um hjálparráð.
Vanliga verða hesar neyðugu viðgerðirnar framdar, tá ið ungdómarnir eru fyrst í 20-unum og eru í ávísum førum sera samansettar og kunnu taka fleiri ár. Samstundis ynskja hesir ungu borgarar stundum at fara eitt nú uttanlands í útbúgvingarørindum. Men tá forðar stuðulsskipanin fyri hesum, soleiðis at skilja, at fíggjarligi stuðulin er tongdur at borgaranum/ p-talinum. Um borgarin flytur av landinum, og p-talið verður óvirkið/ deaktiverað, ja, so missir borgarin síni rættindi til stuðulsjáttan.
Hetta merkir, at hesir borgarar við nevndu viðføddu brekum í munninum, eru noyddir at verða í Føroyum í 1-3 ár vegna hesar 'trongu' karmar í stuðulsskipanini, og harvið kunna teir ikki fylgja sínum ynskjum um eitt nú útbúgving uttanlands, eins og onnur ung uttan nevndu brek.
Sum skilst hevur nógv brævaskifti og nógvir fundir verið við almennu myndugleikarnar um hetta, men enn eru ongir karmar broyttir fyri nevnda samfelagsbólk.
Tað er týdningarmikið fyri hesi ungu at kunna kenna seg trygg við stuðulsskipanina, so tey framhaldandi fáa stuðul til viðgerð fyri sítt brek, men samstundis hava frælsi at flyta seg um landamørk, eins og onnur ung. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 15. oktober 2024
Johan Dahl

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder