Um at viðurkenna donsk talgild koyrikort í Føroyum
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Um at viðurkenna donsk talgild koyrikort í Føroyum
Spurningar:
- Hevur danska samferðslumálaráðið vent sær til samferðslumálaráðið í Føroyum við fyrispurningi um sínámillum avtalu um at viðurkenna talgildu koyrikortini landanna millum?
- Hevur landsstýrismaðurin svarað fyrispurninginum frá danska samferðslumálaráðharranum?
- Um ja: Hvat hevur landsstýrismaðurin svarað?
- Um nei: Nær ætlar landsstýrismaðurin at svara?
- Vil landsstýrismaðurin gera avtalu við danska samferðslumálaráðharran um sínámillum viðurkenning av teimum talgildu koyrikortunum?
Viðmerkingar:
Thomas Danielsen, danskur samferðslumálaráðharri, hevur fleiri ferðir víst á, at hann vil finna eina loysn á málinum, har føroysk talgild koyrikort verða góðkend í Danmark.
Eisini hevur hann sagt, at arbeitt verður við at fáa soleiðis í lag, at donsk talgild koyrikort verða góðkend í Føroyum.
Føroyskir myndugleikar umsita hendan partin, og samferðslumálaráðharrin upplýsir í tíðindaskrivi 16. august 2024, at danskir myndugleikar hava vent sær til føroyskar myndugleikar fyri at fáa greiðu á, hvat skal til fyri, at eitt danskt talgilt koyrikort kann brúkast í Føroyum.
Tað at kunna brúka talgild koyrikort hjá hvør øðrum í Norðurlondum er ein liður í at beina burtur markaforðingar millum londini.
Tó er ongin kunning komin frá landsstýrinum um hetta málið. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 31. januar 2025
Johan Dahl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald