Landsstýrisins útinnan av verju- og trygdarpolitikki Føroya
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Aksel Vilhelmson Johannesen, løgmaður
Evni: Landsstýrisins útinnan av verju- og trygdarpolitikki Føroya
Spurningar:
- Hvør er verju- og trygdarpolitikkurin hjá landsstýrinum?
- Ætlar landsstýrið at orða ein føroyskan verju- og trygdarpolitikk, soleiðis sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, sigur tørv vera á?
- Verður landsstýrið partur av samráðingunum um nýggju verjusemjuna fyri ríkið, um hvussu okkara verja í ríkisfelagsskapinum skal skipast og raðfestast?
- Hevur løgmaður álit á, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum megnar at samskifta og samstarva við danskar myndugleikar um verju- og trygdarpolitikkin fyri ríkið, umframt altjóða leiklutin hjá Føroyum í hesum sambandi?
- Nær roknar løgmaður við, at farið verður undir at seta lofteftirlitsradaran upp, og hvør, metir løgmaður, hevur ábyrgdina av at seta radaran upp?
Viðmerkingar:
Tað er ørkymlandi at hoyra, hvussu landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum meldar út sína hugsan um verju- og trygdarpolitikk Føroya. Somuleiðis verða nógv viðurskifti eisini blandað saman, eitt nú spurningurin um uppsetan av einum lofteftirlitsradara og yvirtøka av loftrúminum kring Føroyar. Samstundis skulu vit í hesum lítla landi skipa okkara egna verju- og trygdarpolitikk, men ikki hava eina hernaðarliga skipan.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum nevnir hvørki Nato-felagsskapin ella donsku verjuna, sum vit í veruleikanum eru integreraður partur av, og sum er ikki yvirtikið málsøki - hetta kann tykjast løgið, tá vit sum eitt pinkalítið land ikki kunnu skipa egna hernaðarliga verju- og trygdarskipan. Tykist sum, at verju- og trygdarpolitikkur Føroya er vorðin sera ógreiður og óskipaður - ongi mál og eingin strategi.
Politisku loysnirnar, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum tosar um, minna meira um populistiskar loysnir, sum onki hald hava í veruleikanum. Ógreiðu politisku boðskapirnir frá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum skapa eisini politiska spjaðing heldur enn samanhald.
Politiskt er tað týdningarmikið fyri føroyingar og altjóða samfelagið, at Føroyar hava eina greiða felags verju- og trygdarpolitiska støðu. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 26. apríl 2023
Johan Dahl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald