Fyrispurningurin er soljóðandi:
- Ætlar landsstýrismaðurin at viðgera virksemið hjá Málráðnum í Løgtingum, vísandi til lógina um Málráðið og eftirmetingina av Málráðnum frá 18. november 2016?
- Ætlar landsstýrismaðurin at broyta føroyska stavraðið, soleiðis at vanliga latínska alfabetið, sum allur heimurin brúkar, er við?
Svar
Til 1. Ásett er í lógini um málráð frá 1. jan. 2013, at landsstýrismaðurin eftir 3 árum skal leggja frágreiðing fyri Løgtingið, um hvørt lógin virkar eftir ætlan og kanna, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.
Ein eftirmeting var gjørd í 2016, sum tó ongantíð var løgd fram. Eg haldi, at so nógv tíð er frá liðin síðan eftirmetingina, at hon ikki kann standa einsamøll.
Nýtt Málráð tók við í juli 2021 og hevur nú havt eina tíð at finna sær til rættis. Í samráð við nýggja Málráðið fari eg at taka stig til eina frágreiðing um virksemið og taka støðu til, um ein nýggj eftirmeting skal gerast. Í frágreiðingini skal spurningurin, hvørt reglur um Staðarnavnanevndina og Navnanevndina áttu at verið ásettar í lógina um málráð, eisini viðgerast gjøllari.
Til 2.
Landsstýrismaðurin skal løggilda stavsetingarorðabókina, tá hon er liðug, men ikki sjálvur áseta reglurnar, sbr. § 7, stk. 1 í lógini.
Í Stavsetingarorðabókini, sum er í gerð, eru eisini bókstavirnir c, q, w, x og z, sum verða nýttir í ávísum orðum av fremmandum uppruna.
Í Stavsetingarorðabókini verða bókstavirnir skipaðir soleiðis:
a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r, s, t, u, ú, v, w, x, y, ý, z, æ, ø.
Tórshavn 18. februar 2022
Vinaliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald