Vinna

Jógvan við Keldu skrivar viðmerkingar um Suðuroyartunnilinds

.

2025-04-29 11:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Jógvan við Keldu skrivar um Suðuroyartunnilin:

Havi hug at koma við nøkrum fáum "ófílaðum" viðmerkingum, nú "Suðuroyðartunnilin" stendur fyri, um hann fellur ella, tey, sum síggja "meiri klárt inn í framtíðina" og ynskja, at hann gerst veruleiki, sum bæði vinnuliga og mentanarliga verður til dygt gagns fyri allar Føroyar!

Tá vit í seinastuni hava sæð øll hesi mótmælini, er hetta fyri tað mesta av sama slagi geografiska "fylkingin", "greinarnar av sama buli" sum mótmæltu "ørskapin" at fáa Vága- og Norðoyatunniin framdar. - Tað vóru nøkur sum vitstu, at hesir báðir tunlar komu at verða til stórt gagns fyri alt Føroyaland langt út í framtíðina og gjørdist onki minni enn ein sólskinssøga - ella ein "peningamaskina". -

Hinvegin vóru tað enntá føroyskir politikarar, sum lótu seg brúka av danskari pressu fyri at skriva niðrandi um hesi "ørvitisfólk", sum ynsktu framburð. Partur av føroysku pressuni helt seg heldur ikki aftur. - Tíbetur, ídag hava vit fleiri undirsjóvartunlar! 

Skal Suðuroynni verða lívið lagað - har býr umleið 10% av Føroyafólki - og er soleiðis við til at Føroyaland vinnuliga og við hollum grundarlagi fyri dyggari búðskapi, er fasta sambandið neyðugt!

Verður Suðuroyartunnilin skotin út, verður tað langt út í framtíðina og endar við at fólkvøksturin fer niður við miklari ferð.

Suðuroyggin er ídag illa fyri - stak illa av nýtímans landi at vera - hóast vit bygdu "Smyril", sum longu er stívliga 20 ára gamal, men sum suðuroyingar hava verið glaðir fyri, sum ein nýmótans ferja, er í dag við at fara inn í helmingin av tíðini av tílkum sambandi at vera. Hann gerst meira og meira ónýtin. - Kostnaðurin at byggja nýtt skip er ógvuliga høgur, onkur tøl hava verið frammi. Verður tað gjørt, situr tú í "sama báti" uttan framburð!

Talan er her um prioriteringar og ikki talan um vit klára at fíggja verkætlanina og tað er politiski myndugleikin, sum eigur prioriteringina!

Tá alt hetta er sagt, so skilji eg ikki, at Suðuroyggin - øll sum hon er - ikki stendur so frægt saman, at oyggin gerst ein "sterkari" kommuna og "stendur sum ein maður". - Tí her er spurningurin um heilt einfalt "aftur- ella framgongd".

Eitt afturat. Nú kenni eg ikki felagsskapin "Livilig kor", men tá eg havi hoyrt og lisið um mótmælini ímóti útbygging av vinnuvirki á Tvøroyri, sum hevur tikið langa tíð, so veit ein og hvør, skulu vit liva í hesum landi, so er ein og hvør vinna til útflutnings ein dygg fortreyt, ti heimamarknaðurin er lítil, hetta kundi verið við til at "bart" arbeiðsloysið niður í oynni!

Hóast Suðuroyartunnilin helst kostar eini 5-6 ferðir meiri enn Vága- og Norðoyatunnilin tilsamans - er hann tvingandi neyðugur fyri allar Føroyar!

Bara ein stutt ófílað heilsan frá einum klaksvíkingi, sum varð føddur, vaks upp og gjørdist gamal í einum parti av landinum, sum fekk týdning vinnuliga og á annan hátt og ikki minni týdning eftir at Norðoyatunnilin kom!

Bestu heilsanir til allar føroyingar - mínar landsmenn - í einum av bestu heimsins londum at liva í!
<PS!! -
Ivist ikki í, at tey eru, sum er ósamd í tí sum eg skrivi! Men eg ynskti hetta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder