Politikkur

Jógvan Sigurd stillar upp fyri Borgaralistan

Eg eri 24 ára gamal, uppvaksin og búsitandi í Miðvági, saman við Karolinu og soni okkara.

2024-11-01 07:41 Author image
-
placeholder

Eg læri í løtuni til húsasmið, har eg eri í gongd við síðsta árið.

Í frítíðini dámar mær væl at fáast við landbúnað, og havi eg seyð, kálvar og hønur.

Eg stilli upp, tí eg vil virka fyri, at øll í kommununi skulu hava okkurt at búgva í.

Eg stilli upp, tí eg vil virka fyri, at børn og ung skulu hava tað gott í kommununi.

Eg stilli upp, tí eg vil virka fyri, at teir elstu borgararnir hava tær best møguligu umstøðurnar.

Eg stilli upp, tí eg vil virka fyri eini langtíðarætlan fyri vetrarfriðing ella partvísari vetrarfriðing.

Eg stilli upp, tí eg vil virka fyri at lækka skattaprosentið.

Hetta eru nøkur av teimum tingunum, ið eg ynski at virka fyri. Komandi dagarnar fari eg at skriva meira um hjartamálini hvør sær, og hvussu tey vera førd út í verk.

Vel eina unga rødd í býráðið, ið dugir at rópa hart.

Set X við Jógvan Sigurd Eldevig Hattarstein

Set X við Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder