Vinna

Jógvan Ósá nýggjur stjóri í Bústøðum

Hann kemur úr starvinum sum tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar kommunu.

Mynd: Portal.fo

Mynd: Portal.fo

2024-06-28 10:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Stýrið fyri Bústaðir hevur sett Jógvan Ósá í starv sum stjóri á Bústøðum.

Jógvan Ósá er 38 ára gamal, útbúgvin Cand Tech., byggifrøðingur og húsasmiður.  

Jógvan Ósá starvast í løtuni sum tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar kommunu og áðrenn tað, var hann tekniskur stjóri hjá Eysturkommunu.

Hann byrjar í starvinum hjá Bústøðum seinast 1. oktober, tað skrivar Portal..fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder