Politikkur

Joan stillar upp fyri Borgaralistan

Eg eri 43 ár, gift við Regini Olsen, og vit eiga 4 børn.  

2024-10-25 21:42 Author image
-
placeholder

Eg eri upprunaliga úr Leynum, men havi búð í Sandavági yvir 20 ár.  

Mamma mín var úr Sørvági, omma var úr Miðvági og langomma var úr Sandavági, so eg kenni meg avgjørt sum vágafólk. 

Eg eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiði á Landsjúkrahúsinum.   

Eg havi nú í hálvt annað ár, sitið í kappróðrarnevndini hjá Sandavágs Ítróttarfelag. Hesa tíðina havi eg, saman við øðrum, skipað fyri bæði Seinsummardegnum og vestanstevnuni.  

Eg havi altíð havt áhuga í politikki og serliga, at man politiskt tekur atlit til øll í samfelagnum. Ung sum gomul, stjóran eins væl og vaskikonuna og arbeiðsmannin.  

Mítt slagorð er trivnaður. 

Tað er týdningarmikið at vit øll trívast væl í kommununi.  

Vit eiga at lurta eftir teimum eldru og teirra ynskjum. Eitt nú eiga vit at gera eina tørvsmetan at vita, um neyðugt er at kanna møguleikar fyri at byggja eldraíbúðir. Vit skulu virka fyri, at tey eldru eru virkin sum longst í egnum heimi. 

Børnini og tey ungu skulu føla seg hoyrd, soleiðis at tey støðast og trívast sum best.

Fyri at vit skulu trívast og hava tað gott, skal man m.a endurskoða býarplanleggingina fyri kommununa. Í bygdunum hava vit ma býlingar, sum ikki hava gongubreytir.  

Hetta skal gerast betri. Tað er sera týdningarmikið at vit kenna okkum trygg.  

Sjálvandi skal skatturin eisini lækka og barnafrádrátturin skal hækka.  

So set X við eina, sum er arbeiðssom og áhaldin. 

Set X við Joan K. Olsen 

Set X við Borgaralistin 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder