Vinna

Jn.fo í nýggjum hami

Vónandi taka tit væl ímóti nýggju síðuni

2022-01-12 14:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinnapartin í gjár bleiv ein dagføring gjørd á jn.fo, og er heimasíðan nú í nýggjum hami.

Síðani á sumri í 2013 hevur jn.fo sæð líka út, og heimasíðan trongdi nú til eitt lyft. Tað hava vit tí seinastu tíðina arbeitt saman við Knassum fyri at fáa dagført jn.fo soleiðis, at heimasíðan er blivin meira brúkaravinarlig.

Um lesarin ikki finnur onkra eldri grein, sum hann møguliga leitar eftir, so er tað tí, at tilfarið frá gomlu síðini ikki er flutt yvir á nýggju síðuna enn, men tað verður flutt í nærmastu framtíð.

Vit hava um 25.000 brúkarar um vikuna, og vónandi taka tit væl ímóti nýggju síðuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder