Politikkur

Jenis av Rana spyr um moskur í Føroyum

.

2026-01-05 11:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skrivligur fyrispurningur

eftir § 52a í Tingskipanini


Spyrjari:  Jenis av Rana, løgtingsmaður

 

Svarari:  Aksel Johannesen, løgmaður

 

Evni: Fremmand trúarsúmbol í Føroyum

 

Spurningar: 

 

  1. Hvørjar eru mannagongirnar fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum. Krevjast umsóknir til slík og um so er hvørjar og til hvønn?
  2. Hvørjir møguleikar fyri at avmarka ella  forða fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum eru í Føroyum.
  3. Hevur Løgmaður/ Landsstýrið ætlanir um at at seta slíkar avmarkingar ella forðingar í verk?


Viðmerkingar.

Seinastu tíðina hava tíðindi borist um ætlanir um staðseting av sonevndari mosku í Føroyum. Hesi tíðindi eru m.a. grundaði á eina almenna lýsing eftir hølum, muslimskum hølum til djúphugsan og fráboðan, og um stovnan av einum felag við sama endamáli (Center for muslimsk meditationshus).

Hesi tíðindi hava skapt rúgvismikið kjak millum manna, har nøkur fegnast meðan mong harmast, óttast og ávara. Hesi ávara móti at opna dyr fyri einari fremmandari ideologi, sum slík hølir, sum í longdini kunnu hugsast at enda sum moska, fara at umboða.

Meðan tey, ið tala fyri, tosa um fordómar og ótolsemi, vísa tey, ið tala ímóti, á royndir úr granna- og øðrum londum. Har verða ávirkanir og fylgjur av slíkum deplum og moskum sagdar verða beinleiðis vandamiklar fyri vesturlendsku, á kristna boðskapin grundaðu, mentanina. Víst verður á ávirkan frá fremmandum tjóðum gjøgnum fíggjarligan stuðul til bygging og rakstur av moskum, og beinleiðis verður slíkar ákærdar fyri at skapa paralellsamfeløg, ið elva til ófrið og forða fyri tillaging (integratión).

Á Løgtingi, 04.01.2026

 

Jenis av Rana

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder