Politikkur

Jenis av Rana hevur sett landsstýriskvinnuni Margit Stórá fyrispurning.

.

2024-06-07 11:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Skrivligur fyrispurningur 

eftir § 52a í Tingskipanini




Spyrjari:  Jenis av Rana, løgtingsmaður


Svarari:  Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum


Evni:  Vitjan á WHO aðalfundi



Spurningar:  

  

  1. Hvørjar av ætlaðu broytingunum í viðtøkunum og ískoytum hjá WHO vórðu samtyktar? 
  2. Hvørji sjónarmið bar landsstýriskvinnan, Føroya og føroyinga vegna, fram á aðalfundinum hjá WHO?
  3. Hvussu fara møguligar samtyktar broytingar at ávirka Føroyar og føroyingar?  



Viðmerkingar:

Í døgunum 27.- 31. mai var landsstýriskvinnan í heilsumálum á aðalfundi hjá heimsheilsustovninum WHO. Áðrenn fundin vóru gevandi orðaskifti í Løgtinginum um ætlaðu føroysku luttøkuna, har fleiri av røddunum vóru ivasamur um tilknýti Føroya til stovnin. Har fekk landsstýriskvinnan ráð frá løgtingsfólkum um at vera varin, og ikki á nakran hátt knýta Føroyar tætt at hesum fólkaræðisliga veikt kjølfesta, men máttmikla privatfíggjaða felagsskapi.

 

Ógvusligar ætlanir vóru um broytingar í viðtøkum felagsskapsins; broytingar sum, við ymiskum ivasomum grundgevingum, høvdu sum endamál at flyta vald frá limalondum til WHO - og til sjálvan aðalskrivaran. Nevnast kann úr uppskotunum, at har limalondini í dag sjálvi kunnu gera av, um WHO tilmæli skuldu setast í verk, so verða limalondini frameftir noydd at seta slík í verk, at aðalskrivarin frameftir sjálvur kann avgera, nær talan er um heimshóttandi farsótt, og at WHO fær einkarætt at evna til og stýra heilsukunning. Mong onnur dømi eru um, hvussu ætlaðu broytingarnar gera seg inn á fólka- og sjálvræði limalandanna.

 

Nú aðalfundurin hevur verið, eru óivað fleiri løgtingsfólk við mær, sum eru forvitin eftir at vita, hvussu gekst. Hvat landsstýriskvinnan bar fram Føroya vegna, um ætlaðu broytingarnar vunnu frama, og um so er, hvussu hesar kunnu hugsast at ávirka Føroyar, sum jú ikki eru limir í WHO, men hava atlimaskap í felagsskapinum.





Á Løgtingi, 6. juni 2024


Jenis av Rana

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder