Ítróttur

Javnt í ólavsøkutalvdysti

Árligi talvdysturin ólavsøkuaftan millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag endaði javnur 5 - 5.

2025-07-30 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta er fyrsta ferðin, síðan hesin tátturin var tikin uppaftur í 2021, at dysturin er endaður javnur.

Havnarmenn vóru við yvirlutan á teimum ovaru borðunum, klaksvíkingar høvdu munin á aftaru borðunum.

Telvað var á tíggju borðum í hølum Havnar Telvingarfelags í Finsen. Dysturin tók knappan tíma, talan var tí um kviktelving.

Havnin - Klaksvík 5 - 5
Luitjen A. Apol - Ólavur Simonsen ½ - ½
Carl Eli N. Samuelsen - Rani Baldursson ½ - ½
Rógvi W. Rasmussen - Haldur S. Johansen 1 - 0
Elias Petersen - Terji Petersen 1 - 0
Hjalti T. Jógvanson - Janus Skaale 1 - 0
Herluf Hansen - Ingolf Gaard 0 - 1
Margar Berg - Wille Olsen 0 - 1
Arild Rimestad - Tummas M. Sólsker ½ - ½
Óli Joensen - Flóvin M. Tummasarson 0 - 1
Poul Poulsen - Rógvi H. Olsen ½ - ½

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder