Politikkur

Javnstøða millum foreldur - eisini fyri pápar

Í føðistovuni á sjúkrahúsinum hoyri eg nýføddan barnagrát fyri fyrstu ferð. Ein smílandi jarðarmóðir ynskir mær tillukku, rættir mær ein saks og bjóðar mær at klippa nalvastrongin á nýfødda barninum, sum framvegis er knýttur at mammuni. 

2023-10-22 21:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Eg klippi hesa seigu lykkju og rætti jarðarmóðurini saksin, sum nikkar játtandi til mín. Eg ’stóð royndina’ og kann nú errin kalla meg ‘pápa’ at hesum nýfødda skatti. Hetta er mítt barn, mín ávøkstur, mín ábyrgd og mín ágóði í lívinum. 

Henda pallseting er fyri mær ein sjálvfylgja, men fara vit bert fá ára tíggju aftur í tíð, sluppu pápar als ikki inn á føðistovuna. Í dag krevst serligt undantaksloyvi fyri ikki at luttaka. At henda siðvenja er broytt, og at vit pápar verða bodnir innum og síðan hava ein virknan lut í uppalingini, er helst mest kvinnunum fyri at takka.

At verða og ikki at vera pápi

Eg sum helt, at tað at gerast pápi og at vera pápi at einum barni var eitt og tað sama.

Í Føroyum í 2023 sleppa ikki allir pápar at verða pápar, hóast teir fegnir vilja og eins og eg kenna somu ábyrgd og kærleika til sítt barn.

Í 2023 er siðbundna kjarnufamiljan við tveimum foreldrum ikki so sjálvsøgd sum fyrr, og finnast mong heim, har pápin ikki er partur av gerandisdegnum og uppalingini hjá barninum. 

Hjá ov nógvum pápum er hetta ikki eitt val, men ein avleiðing av verandi lógarverki.

Tann 1. januar 2023 kom nýggj lóg um foreldramyndugleika og samveru í gildi, sum hevði til endamáls at tryggja børnum rætt til bæði mammu og pápa, umframt at staðfesta rættindi og skyldur hjá forledrunum.

Sambært hesi lóggávu hava foreldur felags foreldramyndugleika: 

  • tá ið foreldur eru gift við hvørjum øðrum, tá ið barnið verður føtt, 
  • um hesi gerast hjún seinni, 
  • um hesi kunnu kunnu vísa á felagsbústað [landsfólkayvirlitið] ella
  • um tey á annan hátt kunnu prógva eitt samlív ella tilknýti til hvønn annan í 10 samanhangandi mánaðir áðrenn barnið varð føtt. 

Tvey tey seinastu punktini eru tó bert galdandi fyri børn fødd 1. januar 2023 ella seinni.

Eru foreldrini  ikki  gift,  tá  ið  barnið  verður  føtt,  hevur  mamman, sum útgangsstøðið, foreldramyndugleikan einsamøll.  

Tó kunnu ógift foreldur avtala felags foreldramyndugleika, men er hetta treytað av, at mamman letur pápan fáa myndugleika. 

Øll loddini í vágskálini hjá mammuni

Lógin eggjar til samstarv og til, at foreldrini finna eina javnvág. Og tíbetur finna foreldur eisini semjur.

Men í verandi løtu eru øll loddini á vágskálini hjá mammuni frá byrjan.

Um annað foreldrið (oftast mamman) hevur foreldramyndugleikan einsamalt, ber til hjá hesum at avmarkað sambandið millum barnið og hitt foreldrið. 

Pápar kunnu ikki fáa upplýsingar um barnið frá løgregluni, barnvernd, familjufyrisiting. Teir sleppa ikki at luttaka á foreldrafundi og hava onga ávirkan á týðandi avgerðir í lívinum hjá barninum. 

Mamman kann rýma av landinum við barninum uttan so mikið sum at siga pápanum frá, og kann hann onki gera við tað!

Eitt foreldur kann leggja mál um foreldramyndugleika fyri rættin, og rætturin tekur tá avgerð um, hvør skal hava foreldramyndugleikan út frá tí, sum rætturin metir er best fyri barnið. Sum nakað nýtt kann rætturin nú døma felags foreldramyndugleika. Men í tilgongdini mugu foreldrini berjast um barnið, hóast orðini ’bardagi’ og ’barn’ als ikki hoyra heima í sama setningi. 

Við øðrum orðum kann pápin vinna tey rættindi, sum eru mammuni givin, tá ið barnið varð føtt. Men hóast annað foreldri vinnur málið, so standa børnini altíð eftir sum taparar.

Børnini standa altíð eftir sum taparar

Hjá hesum pápum kann tað tykjast, sum lívið er oyðilagt, tá mammurnar (mis)nýta sína makt.

Tað er ein sannroynd, at foreldrini eru í felag um at seta barnið í verðina. Uttan annað stends onki burturúr. Er ein pápi ikki líka nógv pápi at barninum, hóast hann ikki er giftur við mammuni ella býr saman við henni?

Lógin áleggur pápum skyldur og ábyrgdir, men gevur ikki pápum ágóðan av teirra egnu børnum!

Barnið skal hava rætt til bæði foreldrini, ikki bara annað. Skulu vit tryggja jávnvág millum kynini, millum foreldrini og millum børnini mugu vit javnseta foreldrini frá byrjan við, at bæði hava felags foreldramyndugleika yvir barninum.

Ein pápi, sum hevur áhuga í sínum barni og tekur ábyrgd av sínum barni, skal sjálvsagt eisini hava ávirkan á barnið og ágóðan av barninum. 

“Pápar eru týðandi hornasteinar í eini familju. Teir eru lærarar og venjarar. Teir eru vegleiðarar og fyrimyndir. Teir eru dømir, ja fyrimyndir um eydnu, og eru teir, ið skumpa okkum fram og upp ímóti henni” – soleiðis segði Barack Obama, ið vaks upp uttan pápa, á pápadegnum í 2008.

Og rætt hevur hann, bæði gentur og dreingir hava tørv á einum pápa. 

Dreingir hava onga innbygda hóming av, hvat ein góður og ábyrgdarfullur maður er. 

Mannfólkanáttúra er vill, og hevur ein drongur ikki ein pápa at spegla sær í, hvussu ein maður stýrir sínum kenslum [vreiði], er mest sannlíkt at drongurin ikki veit hvussu hann skal ella um hann skal stýra sínum kenslum. Hetta sæst eisini aftur í hagtølum, har stórur partur av monnum, sum sita inni fyri valdsgerðir, vuksu upp uttan pápa. 

Tað er ongin ivi í, at nógvar mammur gera eitt megnar arbeiði at uppala synir sínar, hóast pápin ikki er tilstaðar. Men vanligt vit og skil sigur okkum, at kvinnur ikki kunnu modellera, hvussu ein drongur skal mennast til mann, eins og ein maður ikki kann verða ímyndin fyri eini gentu um hvat og hvussu ein kvinna er. 

Hjá gentum er pápin tann maðurin, sum tær læra at knýta bond til. Gentur, ið ikki hava tilknýti til ein pápa, vita ikki, hvussu ein maður eigur at fara við teimum, og tær hava ofta torførari við at knýta varandi bond við mannfólk. 

Gransking vísir, at gentur, ið vaksa upp uttan pápa ella fráverandi pápa, eru í størri vanda fyri at fáa etingarólag, anorexia, bulimia, angist og tunglyndi.

Pápar hava týdning fyri uppalingina hjá børnum, og røkkur henda uppgávan út um tað at klippa nalvastreingin á barninum.

Skulu vit tryggja jávnvág, javnrættindi og javnstøðu millum kynini, millum foreldrini og millum børnini, mugu vit javnseta foreldrini frá byrjan, so at bæði hava felags foreldramyndugleika yvir teirra børnum. Grundarlagð undir samstarvinum má vera, at báðir partar byrja á jøvnum føti. 

Lat pápar, sum vilja taka ábyrgd, fáa ágóðan av teirra egnu børnum!

Lat børnini fáa rættin til bæði mammu og pápa!

Grímur Sundstein

Varamaður fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder