Tað er for dýrt at keypa og leiga bústað í dag, og tí vil Javnaðarflokkurin geva heimild til at seta almannagagnlig bústaðafeløg á stovn í Føroyum. Hetta skal vera í samstarvi millum kommunur og Bústaðir. Leisturin er útbreiddur og væleydnaður í Norðurlondum.
- Ein bústaður er eitt heim. Ikki ein vøra. Vit mugu gera átøk fyri at fáa bíligar leiguíbúðir til vega beinanvegin, tí annars er vandi fyri, at vit síggja øki í landinum, har bara fólk við høgum lønum búgva, tí láglønt og enntá miðallønt ikki hava ráð til at keypa ella leiga har. Tað er neyðugt, at hálønt og láglønt - ung og gomul - búgva lið um lið fyri at tryggja samanhangsmegina í samfelagnum, sigur Aksel V. Johannesen, formaður.
Eitt almannagagnligt bústaðafelag hevur ikki til endamáls at vinna pening upp á húsaleiguna. Endamálið er at halda húsaleiguna so lága sum gjørligt, so barnafamiljur, støk og fólk, sum annars ikki hava ráð ella orku til at keypa ella halda hús, kunnu leiga fyri sømiligan prís.
Í løtuni er eingin beinleiðis heimild at stovna slík feløg. Tí fer Javnaðarflokkurin í næstum at leggja uppskot fyri Løgtingið um at geva kommunum og Bústøðum heimild at seta almannagagnlig bústaðafeløg á stovn, sum skulu tryggja bíligari húsaleigur til føroyingar.
- Við hesari heimildini kunnu kommunur og Bústaðir tryggja nógv fleiri bíligari leiguíbúðir enn í dag. Hetta merkir tó ikki, at privat feløg framvegis kunnu byggja á sama hátt sum áður. Tað er týdningarmikið, at vit bæði hava almennar og privatar bústaðir, soleiðis at bústaðarmarknaðurin er fjølbroyttur, sigur Aksel V. Johannesen.
Politikkur
Javnaðarflokkurin vil tryggja bíligari leigubústaðir
Eitt almannagagnligt bústaðafelag hevur ikki til endamáls at vinna pening upp á húsaleiguna.
2022-02-11 17:07
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald