Politikkur

Játtanin til nýggjar serlæknar í 2023 er ikki skerd

Síðan 2017 hevur serstøk játtan verið á fíggjarlógini til nýggjar serlæknar - sokallaða serlæknapuljan. Hetta tíðarskeiðið eru higartil tilsamans settir 10 nýggir serlæknar av hesi játtanini

2023-02-16 17:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Játtan í 2023 framvegis til tveir serlæknar

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 eru 2,8 mió. kr. settar av til serlæknapuljuna. Í uppskotinum, sum varð lagt fram í september 2022, var upphæddin 6,3 mió. kr. Tær 6,3 mió. kr. fevndu um játtanina fyri 2023 á 2,8 mió. kr. og játtanina fyri 2022 á 3,5 mió. kr.

Í nýggja uppskotinum er hetta roknskapartøkniliga broytt til, at 2,8 mió. kr. standa á serlæknajáttanini. 3,5 mió. kr. eru fluttar til vanliga raksturin hjá Landssjúkrahúsinum, til at fíggja serlæknar við tilhoyrandi skrivara og sjúkrarøktarfrøðing, ið vórðu sett í 2022.

Alt í alt er játtanin soleiðis óbroytt í verandi uppskoti í mun til uppskotið frá september 2022.

Orsøkin til at upphæddin er 2,8 mió. kr. í ár heldur enn 3,2 mió. kr., er at nakað av játtan frammanundan er í rakstrinum hjá Landssjúkrahúsinum til annað serlæknaøkið, sum í dag virkar við eini konsulentskipan, ið partvíst kann sparast, tá serlækni verður settur í starv.

 Ætlan fyri serlæknaøkir

Landsstýriskvinnan í heilsumálum fer í næstum undir arbeiði, at gera eina ætlan fyri hvørji serlæknastørv skulu mennast í heilsuverkinum. Greið mál skulu setast fyri, hvussu tørvurin á serlæknum innan sjúkrahúsverkið og kommunulæknaskipanina verður nøktaður.

Serlæknapuljan hevur í fleiri ár verið ein týdningarmikil partur av fíggingini, tá ymisku serlæknaøkini skulu styrkjast ella nýggj skulu setast á stovn.

Tað skal eingin ivi vera um, at tað hevur høga raðfesting hjá mær at tryggja eina støðuga tilgongd av læknum og heilsustarvsfólki til tey serlæknaøki, sum sjúkrahúsverkið og heilsuverkið í Føroyum hava tørv á.”
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Játtanin seinastu árini

Tá ið eitt nýtt serlæknastarv verður sett, er útgangsstøði at útreiðslurnar til ein serlækna við  heilsustarvsfólkum eru 1,6 mió. kr. Seinastu árini hevur játtanin verið til tað, sum svarar til umleið tvey nýggj serlæknastørv við heilsustarvsfólkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder